Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin fær fýra málsøki í nýggja landsstýrinum.

Tey eru:
Løgmaður
Heilsumál
Umhvørvismál og orka - herundir arbeiðsmarknaður og bústaðarmál
Barna- og undirvísingarmál, ið verður eitt nýtt aðalráð

Tjóðveldi fær trý málsøki (umframt løgtingsforfólkið):
Almannamál- og mentan
Uttanríkismál- og vinnumál
Fiskivinnumál, herundir búnaðarmál

Tjóðveldi fær eisini samferðslumál, sum verður býtt millum tey trý landsstýrisfólkini.

Framsókn fær tvey landsstýrisfólk:
Fíggjarmál
Løg- og innlendismál

Blokkurin minkar eftir ætlan 25 milliónir krónur um árið hesi næstu fýra árini. Hetta er fyrstu ferð síðan 2001, at ríkisveitingin minkar. Tá var tað fullveldissamgongan AED við Karsteni Hansen sum fíggjarmálaráðharra, sum minkaði um blokkin við 366 milliónum krónum.

CHE-samgongan, sum kom til í 2008, ætlaði eisini at minka um blokkin - við 117 milliónum krónum.

Men tann samgongan helt í minni enn eitt ár, so tí varð tann blokkniðurskurðurin av ongum.

Síðan tá hevur ríkisveitingin verið fastfryst í fleiri umførum, frá 2002-08, 2008-11 og frá 2015-22.

Nýggja samgongan hevur gjørt av, at versna tíðirnar, og tað verður afturgongd í samfelagnum, so skal avtalan um ríkisveitingina endurskoðast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo