Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Knappar 900 milliónir krónur vóru útgoldnar í lønum í august. Tað eru slakar 70 milliónir meira enn sama mánaða í fjør. Vøksturin er 8%.

Lønargjaldingarnar fóru spakuliga at vaksa aftur á heysti í 2020, men hava ikki havt somu ferð sum undan koronu. Nú eru ábendingar um, at vøksturin er tiltakandi og hevur somu ferð, sum áðrenn koronufarsóttin rakti. Tað vísir trendurin, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum mánað fyri mánað.

Lønargjaldingar vaksa bæði hjá monnum og kvinnum
Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin í lønargjaldingunum.

Tá koronufarsóttin rakti í 2020, kom stígur í vøksturin í lønargjaldingunum hjá monnunum. Hjá kvinnunum varð vøksturin avtakandi, men vøksturin steðgaði ikki upp, sum hjá monnunum. Nú er ferð komin á vøksturin bæði hjá monnum og kvinnum.

Í august áttu menninir 542 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 60% av útgoldnu lønunum. Tað eru 50 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 354 milliónir, sum eru 15 milliónir meira enn sama mánað í fjør.

Fá meira at vita her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo