Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Meira enn 9 av 10 halda, at partabrøv fara at vaksa í virði í ár.

Og tað verða tey feløgini sum fáast við grøna umstilling sum vaksa mest í virði.

Felagið hjá privatum, donskum íleggjarum, Dansk Aktionærforening, hevur um ársskiftið spurt limirnar, hvat teir vænta sær av nýggja árinum í so máta. Og bjartskygni er sera stórt.

Ovast á listanum liggur vindmylluframleiðarin Vestas. Heili 52 prosent halda, at Vestas fer at vaksa enn meira í virði, og tað hóast felagið longu er sera nógv økt í virði seinastu tíðina. Men har er meira at koma eftir, verður mett, og ein orsøk til tað er, at grøna umstillingin bara fer at taka dik á seg tey næstu árini, verður sagt. Eitt annað partabræv sum verður tikið fram er Ørsted, sum eisini fæst við grøna orku og eitt triðja partabræv er DSV, sum mest fæst við flutning.

2020 var eitt gott ár hjá partabrøvum, men 8,5% av limunum halda, at 2021 fer at vera enn betri. 49% halda, at partabrøvini í ár fara at vaksa 10-25% og 36% halda, at vøksturin fer at liggja ímillum 0 og 10 prosent.

Negativar innlánsrentur í bankunum og annars samanumtikið lágar rentur gera, at pengar halda fram at floyma yvir í partabrøv, skrivar Dansk Aktionærforening.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo