Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í summar taka væntandi 98 lesandi prógv á Fróðskaparsetri Føroya – 95 taka bachelorprógv og 4 masterprógv:  25 lærarar, 21 námsfrøðingar, 21 sjúkrarøktarfrøðingar, 20 frá Søgu- og samfelagsdeildini, 4 frá Føroyamálsdeildini og 7 orku- og umhvørvisverkfrøðingar. Harumframt hava 22 lokið prógv síðani seinastu prógvhandan, og verða hesi eisini hátíðarhildin til prógvhandanina. 

Í hesum sambandi verður prógvhandan fríggjadagin 24. juni kl. 10.00. Prógvhandanin verður í Norðurlandahúsinum eins og undanfarin ár, og Sigurð í Jákupsstovu fer at handa prógvini.

Á tiltakinum, sum er alment, fara Lena og Niclas at syngja og spæla, Silja Aldudóttir heldur røðu vegna tey lesandi, og Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele heldur gestarøðuna.

Skráin:
10:00 Rektarin, Sigurð í Jákupsstovu, bjóðar vælkomin og heldur røðu
10:05 Umboð fyri tey lesandi heldur røðu – Silja Aldudóttir
10:15 Tónleikur – Lena og Niclas
10.25 Prógvhandan
10:55 Gestarøða – Jan Ziskasen, stjóri hjá Føroya Tele
11:10 Rektarin takkar fyri og bjóðar til ábit
11:15-12:00 Myndatøka og ábit

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo