Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Jørgen Niclasen, Hans Jacob Thomsen og Helgi Abrahamsen koma í útvarpsstovuna at skifta orð um pensjón og mótrokning. (Mynd: KVF)

KVF: Í gjár fekk Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, áheitan frá pensjónistum, sum vilja hava, at markið fyri mótrokningina í pensjónini hækkar úr 45.000 krónum upp í 154.971 krónur. 

Tað skal loysa seg betur hjá pensjónistum at arbeiða, er boðskapurin hjá pensjónistunum. 

Sjálvt um samgongan sigur í samgonguskjalinum, at mótrokningin skal endurskoðast, so atkvøddi hon ímóti einum tílíkum uppskoti, sum var fyri í tinginum fyri tveimum vikum síðani.

Vit tosa við pensjónistar, og kjak verður eisini millum politikararnar Hans Jacob Thomsen, Helga Abrahamsen og Jørgen Niclasen um mótrokningina.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo