Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmansskrivstovan: Í komandi viku fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum til Danmarkar.

Mánadagin 26. august er ríkisfundur, og týsdagin 27. august er fundur í samstarvsráðnum.

Ríkisfundur í Aalborg
Londini skiftast um at vera vertir fyri fundunum, og við ársbyrjan tók Danmark yvir formansskapin frá Grønlandi. Ríkisfundurin hesa ferð verður hildin í Aalborg, heimstaði hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra.  

Til ríkisfundin luttaka løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede. Tey trý fara at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í londunum.

Sum eg segði í ólavsøkurøðuni í ár, vilja vit í nógv størri mun umboða okkara egnu áhugamál úti í heimi og víðka rásarúmið á uttanríkispolitiska økinum. Allir flokkar eru samdir um, at Føroyar eiga at hava sjálvstøðugan limaskap í viðkomandi altjóða felagsskapum. Vit hava í nógv ár viðgjørt støðuna saman við donsku stjórnini, uttan nakað úrslit er komið burturúr. Mín vón er, at vit á fundinum í Aalborg nú kunnu koma víðari.

Aksel V. Johannesen, løgmaður

Fundur í samstarvsráðnum
Týsdagin 27. august verður fundur í samstarvsráðnum, har eisini landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og landstýrismaðurin í lógarmálum luttaka saman við viðkomandi donskum og grønlendskum ráðharrum.

Á fundinum skulu londini umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna.

Tíðindafundur
Eftir fundin í samstarvsráðnum, verður almennum tíðindafundur, har løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, luttaka.

Tíðindafundurin byrjar kl. 13 føroyska tíð. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo