Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Á ymisku ansingarstovnunum kring landið starvast hjálparfólk, ið virka undir truplum korum. Ein av trupuleikunum er setanarviðurskifti. Hjálparfólk verða ikki sett í fast starv og mugu ta ótryggu og eyðmjúku gongd at søkja sama starv ár eftir ár. Hetta er deils óvirðiligt og deils ótrygt. Ein og hvør, ið hevur biðið um lán frá einum banka, veit, hvussu týðandi tað er at hava fast starv; tað ber mest sum ikki til at fáa játtað lán uttan fast starv.

Oman á hetta kemur aftrat, at hjálparfólk eru eitt av lægst løntu arbeiðsfólkum í landinum. Ætlanin er, at 2/3 av starvsfólkunum skulu vera námsfrøðingar, meðan 1/3 skal vera hjálparfólk. Sum nú er, er tað júst øvugt, og hevur hetta við sær, at hjálparfólk gera stórt sæð sama arbeiði sum námsfrøðingarnir.

Av tí at námsfrøðingar mangla mest sum allastaðni á ansingarøkinum, serstakliga har fólk við serligum tørvi eru, gerst hesin námsfrøðiligi arbeiðsmarknaður líkur einum sjálvtøkuborði fyri námsfrøðingarnar – hetta skal ikki síggjast sum atfinning mótvegis námsfrøðingunum – men tað er skipanin og tørvurin, sum skapar hesar umstøður.

Fáu námsfrøðingarnir og mongu skiftini av starvsfólkum, bæði námsfrøðingar og hjálparfólk, skapar eisini órógv fyri bæði starvsfólk og búfólk, tí búfólkini javnan mugu læra nýggj starvsfólk at kenna. Álit og tryggleiki mennist yvir tíð millum stravsfólk og búfólk, og eru mongu skiftini av starvsfólkum tískil ógvuliga óheppið.

Hendan gongdin má broytast. Lutfallið millum námsfrøðingar og hjálparfólk má viðgerðast; og normering, setanartreytir eins og lønarlag má eisini endurskoðast við bata í huga.

Ein annar trupuleiki er eisini, sum viðvíkur ófaklærdum fólki. Hesi fólk hava ring útlit fyri framgongd og hægri løn, tí tey eru ófaklærd. Tey eru ofta í 40- og 50-árunum og hava kanska ov stórar fastar útreiðslur til at hugsa um lærupláss ella aðra skúlagongd. Nógv av hesum ófaklærdu hava hollan kunnleika og drúgvar royndir teirra arbeiðsøki vegna mong ár í arbeiði.

Sjálvstýri vil arbeiða fyri, at hesum fólki stendur í boði at fáa neyðuga ástøðiliga partin til teirra starv, soleiðis at tey eftir stutta tíð kunnu hava eina veruliga útbúgving innan teirra væl kenda og tænta arbeiðsøki.

Við Sjálvstýriskvøðu
X við Andrias Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo