Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Ymsastaðni gjøgnum bygdirnar í kommununi hevur tørvur verið á, at fáa gjørt ábøtur á gongubreytirnar, so tað er trygt hjá gongufólki og børn á súkklu at koma vegin fram. Arbeiðið byrjaði í gjár og varir til seint út í næstu viku.

Tað eru bæði kommunan og Landsverk, sum standa fyri arbeiðinum at gera ábøtur. HJ Asfalt vegna Landsverk og PH Grevstur vegna kommununa. Arbeiðið hjá Landsverk er frá Eigil Rasmussen og norð til Grant, har asfalti á gongubreytunum nógvastaðni verður lagt av nýggjum, og kommunan ger ymiskar ábøtur har gongubreytir og frákoyringar hava verið í ringum standi.

Vága kommuna heitir á allar bilførarar um at vísa eyka varsemi tá koyrt verður framvið har arbeitt verður hesa næstu tíðina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo