Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

ADHD-felagið: Á limakaféini hjá ADHD-felagnum í Reinsaríinum í oktober, kom nývaldi forsetin í Kiwanis Tórshavn, Fríðbjørn Poulsen, á gátt og handaðaði forkvinnuni Bjørg Dam stóra peningagávu á 40.000 kr.

Altjóða felagsskapurin hevði avgjørt at lata felagnum pening til arbeiði frama fyri børnum og ungum við ADHD/ADD, so sum at gera upplýsandi tilfar og sjálvhjálparbólkar, ið felagið bjóðar ókeypis.

Kiwanis stavar úr indianskum máli og merkir “vit byggja.” – Limir í felagnum savna pening saman hvørji jól, við at selja jólatø og á ólavsøku lutaseðlar, við m.a. tiltikna føroyska bátininum á vinnaraseðlinum. Peningurin verður latin til vælgerandi arbeiði frama fyri børn og ung.

“Sjálvhjálparbólkar er ein av okkara kjarnuppgávum, sum gagna børnum og ungum við ADHD/ADD sera væl! Bólkarnir eru ókeypis fyri luttakarnir, men teir krevja nógvar fígging og orku frá felagnum at skaffa. Tí kemur hesin peningurin sera væl við” segði Bjørg Dam, tá hon takkaði Kiwanis fyri stóru gávuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo