Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fríggjadagin vóru 30 ár síðan vanlukkuna í Borðoyarvík.

Arbeiðsbólkur fyri útbúgvingum av sjúkraflutningsstarvsfólkum hjá Almanna- & Heilsumálaráðnum gav í 2007 út rapport, nevnd “Rapport om Uddannelser og Udstyr indenfor det Færøske Præhospitalsberedskab”.

Undir formælinum á síðu 7, dagfest 13. apríl 2007, hevur Hans Jákup Simonsen, formaður í bólkinum hesa heilsan:

“Denne rapport tilegnes.

Helikopterbesætningen på Vípan

Pilot Sveinbjørn Danielsen

Pilot Edmund Simonsen

Hoist-Operatør Eyðálvur Niclasen

Narkosesygelejerske Torgerð Lydersen

Læge Poul Allan Videbæk

Som gav deres liv i embeds medfør i de tidlige morgentimer den 17. december 1992 ved Borðoyarvík efter en vellykket patienttransport.”

Rætta dagfestingin er tó 16. Desembe 1992, sum havarí rapportini eisini sigur “ Den 16. December 1992 kl.0012 UTC“.

Eg var til arbeiðis á Kongabrúnni hesa løtuna. (16. December 1992 kl.0012 UTC).

Dagligu teldu koyringarnar vóru avgreiddar og datagrunnar skuldu nú avritast – í rokanini vendi eg mær brádliga mót vindeyganum har ventilatiónsrørið var ført út, tí vindur og heglingur larmaðu brádliga so hart, sum eg ikki hevði hoyrt áður – ikki her í hesum innilokaða krókinum aftanfyri Niels L. Arge og Gjaldstovuna - undraðist á óvanliga illfýsna veðrið.

Eg gjørdi meg lidnan, fór heim at sova uml. kl. 02, so eg kundi tørna til aftur tíðliga sama morgun.

At eg skuldi verða vaktur, áðrenn hønurnar, við feigdarboðum, vardi meg ikki.

Manningin á tyrluni gingu høgt uppi sítt yrkið og vóru slóðbrótarar í føroyskari loftferðslu søgu.

Høvdu m.a. eisini samskifti við Atla Dam, løgmann, um “fix wing” ætlan.

Hugsaðu um innanoyggja flúgving við smærri flogførum og arbeiddu við ætlan um hóskandi smáar flogvøllir kring megin oyggjarnar.

Ærað verið minni um :

· Sveinbjørn Severin Danielsen, flogskipara

· Edmund Simonsen, flogskipara

· Eyðálvur Niclasen, slyngrumann (Hoist-Operatør).

· Torgerð Lydersen, Narkosusjúkrasystir

· Poul Allan Videbæk, lækna.

Virðingarmest
Andrass Skaalum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo