Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Meðan ræðuleikarnir í Ukraina halda áfram, sita londini í Evropa hendur í favn. Tosið um stuðul til Ukraina er so gott sum berur orðaskvaldur.

Í ES eru tey ikki samd um, hvørji handilstiltøk skulu setast í verk ímóti Russlandi. Tað, sum higartil er sett í verk, hevur ikki serliga stóra ávirkan á russisku krígsførsluna, burtursæð frá, at peningaflutningurin til og frá Russlandi er darvaður.

Tey ansa væl eftir, at tiltøkini ikki ávirka teirra egna búskap. Londini í Evropa keypa orku úr Russlandi fyri milliardir av krónum, pengar, sum kunnu brúkast til kríggj í Ukraina. ES-londini hava “brúk” fyri orkuni úr Russlandi, og tí kemur tað ikki uppá tal, at steðga tí samhandlinum við Russland.

Tað sama er galdandi fyri NATO. Meðan bumburnar regnað yvir býirnar í Ukraina og fólk verða rikin frá húsi og heimi, er stuðulin frá NATO bert tómt tos. Verjusamgongan ger ikki stórt, meðan eitt land í Europa verður knúst sundur.

Eftir boðum úr Danmark, verður tað í Føroyum framhaldandi tosað um at seta tiltøk í verk móti Russlandi. Tykist løgi, at danir eru so altráðir eftir at fáa føroyingar at slíta alt samstarv við Russland, tá teir sjálvir og teirra samstarvspartar í ES, ikki eru sinnaðir til tað.

Tað hoyrist at løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum arbeiða hvør í sínum lagi við at fyrireika lógaruppskot, sum hevur til endamáls, at slíta alt samstarv við Russland.

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, sum treytaleyst fylgir øllum boðum, sum koma úr Danmark, ætlar at fáa Løgtingið at geva sær óavmarkaðar heimildir til at seta øll tey tiltøk í verk ímóti Russlandi, sum danir halda eru hóskandi.

Hann man hava fingið undirtøku í samgonguni fyri sínum ætlanum, tí hann hevur longu boðað umheiminum frá, at Føroyar fara at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi.

Tað sama er galdandi fyri løgmann. Hann vil ikki standa aftanfyri landsstýrismannin í uttanríkismálum, tá tað kemur til at fylgja boðum úr Danmark.

Tað hoyrist, at løgmansstjórin er settur til at arbeiða við uppskoti, sum hevur til endamáls, at slíta alt fiskivinnusamstarv við Russland.

Hann hevur longu funnið útav, at fiskivinnusamstarvið við Russland ongan týdning hevur, tí verksmiðjutrolararnir, sum nú fiska í Barentshavinum, í staðin kunnu fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi.

Tað er einki komið fram um, hvar landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er í øllum hesum, men løgið um hann er samdur við løgmanni og løgmansstjóranum.

Undanfarnir fiskimálaráðharrar hava ofta tosað um stóra týdningin, fiskivinnusamstarvið við Russland hevur, og flest øll vita, at verksmiðjutrolararnir í Barentshavinum, ikki kunnu brúkast til at fiska svartkjaft.

Tað undrar, at Fólkaflokkurin og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, lata løgmann arbeiða við fiskivinnusamstarvinum við Russland, tá málsøkið liggur undir Fiskimálaráðnum.

Tíðin vil vísa, hvat fer at henda. ES fer ikki at seta munadygg tiltøk í verk ímóti Russlandi og NATO fer ikki at steðga krígnum í Ukraina.

Møgulig tiltøk úr Føroyum fara ikki á nakran hátt at ávirka støðuna.

Hóast lítla og onga hjálp frá ES og NATO, vóna vit, at sorgarleikurin í Ukraina heldur uppat skjótast.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo