Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Seinastu tíðina hava arbeiðsmenn hjá Vágs kommunu ruddað og fríðkað um gamla fiskaplássið á Løðhamri í Vági. 

Beinkir eru settir upp og stoyptur er kantur framvið sjòvarmálanum. Ætlanin er eisini at gera gøtu oman og pall/ bátabrúgv.

Roynt verður at fáa ein part av fiskaplássinum á Løðhamri klárt til Jòansøku, sum verður í Vági í ár.

Vágs kommuna hevur sett 400.000 kr av í ár til nýskapan av fiskaplássinum. 

- Arbeiðið er byrjað, og úrslitið verður eitt søguligt mentarnarøki. 

- Eisini er ætlanin at gera íbúðir á vestara partinum av økinum. 

- Áhugi er fyri økinum, nú útbjóðingartilfarið til íbúðirnar hevur ligið alment frammi. 

- Hettar er stórt framstig fyri at fáa eitt veruligt miðbýarumhvørvi í Vági, har siðsøguliga mentanin kann varðveitast við tí nýggja. 

- Fiskaplássið gevur longu nú møguleikar fyri ymiskum mentanarligum tiltøkum og tað kann bara gerast betri, sigur Levi Mørk, formaður í Mentamálanevndini hjá Vágs kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo