Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning 52-023/2022 frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, um
framleiðslu av svartkjafti til matna.

Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um, at størri partur av svartkjaftinum verður
landaður til matna í framtíðini?

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta krøv til vinnuna um, at ein partur av
svartkjaftinum skal landast til matna?

3. Um so er, at landsstýrismaðurin ikki hevur neyðugu lógarheimildina til at krevja, at ein partur skal landast til matna, hevur landsstýrismaðurin so ætlanir um fáa heimildina til vega?

Svar:
Landsstýrismaðurin hevur valt at svara øllum trimum spurningunum undir einum.

Landsstýrismaðurin tekur av fullum huga undir við ynskinum um, at mest møguligt av svartkjaftinum verður virkaður til matna – antin umborð á skipi ella á virki á landi.

Í samgonguskjalinum eru flokkarnir samdir um, at vinnan skal hava góðar karmar, soleiðis at hon sleppur at virka eftir marknaðarbúskaparligum treytum, og at vit skulu hava eina fiskivinnuskipan, ið elvir til m.a. búskaparliga og vinnuliga burðardygd, sum hevur við sær mest møguliga virðisøking og menning í Føroyum.

Tað er landsstýrisins fatan, at heldur enn at hava ásetingar um, at ein ávísur partur av fiskinum – í hesum føri svartkjaftur – skal landast til matna, kann vinnan undir marknaðarbúskaparligum treytum tillaga seg soleiðis, at fiskurin verður avreiddur til ta framleiðslu, sum kastar mest av sær og á tann hátt stuðlar undir búskaparliga og vinnuliga burðardygga gagnnýtslu av fiskatilfeinginum.

Tí er ikki hóskandi við ásetingum um, at fiskurin skal landast til ávísa framleiðslu/virking, og hevur landsstýrismaðurin tí ikki ætlanir um at tillaga lógarverkið soleiðis, at beinleiðis heimild er í sjófeingislógini fyri at seta slíkt krav.

Viðvíkjandi svartkjaftinum kann annars verða víst á, at tað eru skip og virki, sum virka svartkjaft til matna/frystingar. Gongdin seinastu árini hevur tó verið, at tað ikki hevur verið góður marknaður fyri hesi vøru. Tí er okkurt skip, sum var í hesi vinnu, selt, og virkini á landi hava í avmarkaðan mun tikið ímóti svartkjafti til virkingar/frysting.

Niðan fyri eru upplýsingar frá Vørn um, hvussu mikið av svartkjafti seinastu árini er landað til matna og fryst umborð.

##med2##

Landsstýrismaðurin er vitandi um, at okkurt virki hevur ætlanir um at virka svartkjaft til surimi. Tað er tekin um, at tað á marknaðarbúskaparligum grundarlagi ber til at menna gagnnýtsluna av svartkjafti frá ídnað til matna.

Árni Skaale
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo