Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, spyr Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum um meirvirðisgjald á ferðaleiðaravirksemi.

Spurningar:

1. Er landsstýrismaðurin samdur við tulkingini hjá TAKS um, at ferðaleiðarar skulu leggja meirvirðisgjald á sítt vinnuliga virksemi?

2. Hvat fyri eykainntøkur kann landskassin rokna við í samband við, at ferðaleiðarar nú skulu rinda meirvirðisgjald av sínum tænastum?

3. Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at ferðaleiðarar ikki skulu rinda meirvirðisgjald, hóast TAKS hevur staðfest eina aðra lógartulking grundað á MVG-lógina?

Viðmerkingar:
Eftir ymiskar tulkingar hevur TAKS staðfest, at ferðaleiðarar skulu leggja meirvirðisgjald á sítt virksemi.

Ferðaleiðaravirksemi hevur annars verið tulkað sum MVG-frítt í fleiri ár.

Tað er síðani komið eftir, at tulkingin ikki var røtt, og hevur mann nú tikið avgerð um at áleggja ferðaleiðaravirksemi meirvirðisgjald.

Í sambandi við kæru um málið hevur Skatta- og avgjaldskærunevndin havt spurningin til viðgerðar og hevur í niðurstøðu tikið undir við avgerðini hjá TAKS, og er ferðaleiðaravirksemi tískil endaliga staðfest av TAKS at vera mvg-skyldugt.

Ein frammanundan bløðandi ferðavinna í óvanliga truplum umstøðum orsakað av COVID-19 og tiltøkum í tí sambandi fær tað enn truplari av slíkari avgerð, og er meirvirðisgjaldið eisini kappingaravlagandi í kappingini við okkara grannalond og onnur ferðavinnumál.

Avleiðingin kann vera, at sjálvstøðug vinnurekandi steðga sínum virksemi vegna vánalig framtíðarútlit í ferðavinnuni.

Tí verður spurt, um landsstýrismaðurin ætlar at gera nakað við íkomnu støðuna.

Á Løgtingi, 17. mai 2021
Bjarni Kárason Petersen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo