Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Elektron: Á aðalfundinum í dag kundi Elektron framleggja ein roknskap fyri 2022, sum vísir at yvirskotið áðrenn skatt er 18,1 mió. kr. og eftir skatt 14,9 mió. kr.

Bruttoúrslitið var 62,5 mió.kr. í fjør. Hetta er ein hækking upp á 1,9 mió.kr. í mun til árið fyri.

Elektron er væl fyri fíggjarliga. Gjaldførislutfallið er 148,3% og ongin rentuberandi skuld er. Fíggjarstøðan javnvigar við 68,5 mió.kr. og eginognin var 43,3 mió.kr., ið svarar til ein solvens upp á 63%.

Roknskapurin er at finna á heimasíðuni hjá Elektron: trýst her

Nógv virksemi hevur verið, bæði innan menning og viðlíkahald av skipanum og innan hýsingar- og nettænastur, eins og gjaldstænastan Mínrokning verður nógv brúkt.

Samlaða skipanarumhvørvið er fjøltáttað og Elektron hevur eina breiða forrætningsvitan um KT-infrakervið og týðandi skipanir á føroyska marknaðinum og um dátu- og rakstrartrygd – hetta er alt til gagns fyri føroyska borgarin.

Við góða úrslitinum kundi Elektron loyva sær at rinda 6 mió.kr. í vinningsbýti til partaeigararnar.

Eftir aðalfundin tann 29. mars 2023 skipaði nevndin seg av nýggjum við Jean Djurhuus sum nevndarformanni, og við Briani Smedemark sum næstformanni. Jean Djurhuus er nývaldur, og kemur fyri Sóleyð Hofgaard, ið er fráfarandi næstforkvinna. Vit vilja takka Sóleyð Hofgaard fyri hennara megnararbeiði seinastu árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo