Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBloggur: Hvítur og vælsmakkandi, mildur og fínligur leggur hann seg feitur undir góman, tú tyggir hvørja tægr í eina smakkfylta løtu, stórur í hvíta brotinum sum turrur kalvi, men munin smørmjúkari í flísunum, og eftir eini løtu, har norðuratlantiska havmyndin stendur still, skolar tú varisliga við tí perlandi Chablis, franska víninum, sum í hesum føri er dyrkað síðan 1815 og sprottið úr sama slag av kálkaðum skeljabotni, kálkgrýti, sum er á Føroyabanka.

Kálk møtir kálki.

Ein sambindandi mineraltanki, sum fær tankarnar at reika, tí mildi bankatoskurin stendur seg framúr væl við markantum mótspæli, serliga sitrus og kryddurt, eitt septemburkvøld í Havn.

Uggi av bankatoski er høvuðsrætturin.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo