Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Góða Birita F Kjærbæk!

Fyrst vil eg ynskja tær gott nýggjár.

Ja, rætt er tað, at eg havi sagt nøkurlunda soleiðis, sum tú nevnir um stytta arbeiðsviku.

Eg skal enn einaferð staðfesta tað, eg havi sagt, og tað er, at politikarar skulu halda seg burtur frá sáttmálaøkinum, so leingi hetta er ein samráðingarspurningur um løn, arbeiðstíð, frítíð o.a.

At lyfta saman
Vit hava upplivað tað, ið eingin annar ynskir at uppliva her á Føroya landi, og tað er, tá landið lóggevur inn í sáttmálarnar. Hetta hendi undir næstseinasta landsstýri. Og har var einki at heinta frá fakfelagssamstarvinum, men tvørturímóti, so arbeiddu fakfeløgini ímóti okkum.

Vit ynsktu, at fiskur kundi bjóðast út á uppboðssølu, eftir at hann var fiskaður, og har settu fakfeløg seg uppímóti, tí fiskurin skuldi landast í Føroyum, og harvið fingu limirnir hjá okkum minni burturúr.

C-E-F skeiklaði okkara samráðingarrætt og tað, vit høvdu samráðst um. Hetta var eitt hestaarbeiði at fáa uppá pláss aftur, og langt er á mál fyri at koma hartil, vit vóru.

Starvsetan hjá mær
Annars er at siga, at í míni starvsetan stendur, at formaðurin úttalar seg vegna felagið/ limirnar, so har er einki at fara eftir.

Starvsfelagið politiskt litað. Tosar fagfelagsformaðurin sak limanna?
Til síðsta løgtingsval var ein fagfelagsformaður, sum braveraði seg fram á torgum og strætum sum valevni, og fari eg ikki skeivur, so var tað formaðurin í STARVSFELAGNUM, Súni Selfoss.

Kann næstforkvinnan siga mær og Føroya fólki, um hetta hevur verið til viðgerðar hjá limunum í Starvsfelagnum, at formaðurin/Starvsfelagið skal tosa JAVNAÐARPOLITIKK. Tosar Súni Selfoss, formaðurin tá fyri allar limirnar? Nær hava tit havt hetta til limaatkvøðu?

Formaðurin hevði verið frákoyrdur
Um hatta kom fyri í okkara felag, at formaðurin bjóðaði seg fram sum valevni til eitt løgtingsval, so var formaðurin koyrdur heim við kontantari avrokning. Tí hatta hevði komið undir missbrúk av formansstarvinum. So kanska tit hava okkurt at hugsavna tykkum um, og gev okkum arbeiðsfrið!

Løgtingið leggur uppí
Tað er ikki ókent, tá samráðingar hava verið, og semingsstovnurin er boðsendur, tí partarnir ikki megnaðu at semjast, so er málið endað í tinginum, og tá er tíðs nokk at lóggeva inn í ein sáttmála. Men, tað er heldur ikki altíð so heppið fyri frælsa samráðingarrættin.

Sáttmáli við FMR ”SSL”
Eg havi ført fram, at eg kann velja at fegnast um niðursetta arbeiðsviku fyri limirnar, sum starvast hjá eitt nú SSL. Teir koyra eina 1/1 skipan. Tað vil siga, teir eru í arbeiði 91 tímar viku ella 45,5 tímar miðal viku, og tað duga vit at síggja, at hetta kundi gagnað okkum at fáa 8,5 tíma niðursetta arbeiðsviku, men varveita lønina. Men ikki ein tann einasti ein politikari hevði hugsað hetta, tá teir lovaðu niðursetta arbeiðsviku, at nøkur hundrað í SSL koyra við 91 tímar viku.

Mín spurningur er: hvat kann verða tað næsta, sum landið kann lóggeva seg inní? Vit muga hugsa okkum væl um og ikki hugsa løtuvinning.

Vit eru vald at samráðast og ikki at fáa onnur at samráðast fyri okkum.

Anfinnur Garðalíð
Formaður í Skipara- og navigatørfelagnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo