Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hákun  Djurhuus hevur eina viðmerkjing  til mína grein ”Hví eru ikki allar hitapumpur líka grønar”, og gleðist  hann saman við samfelagnum um, at eg fekk mær Luft til vatn hitapumpu í 2007. 

Eisini borðreiður hann við nøkrum tølum í eg hvørki kennist við, ella kann fyrihalda meg til, menn kanska SEV stjórin veit betri enn eg hvat fer av mínari kontu?

Á XL-arkinum er tað serða takknemmiligt at fáa tølini at passa  saman. Tað gjørdi tað eisini hjá mær afturi í 2007, tá seljarin av varmapumpuni útgreinaði kostnaðin við varmapumpu kontra oljufýr.

Við táverandi EL-prísum í forhold til oljuprísirnar skuldi tað takað 7 ár at tjena investeringina innaftur, men so bleiv ikki, tí sum øllum kunnugt so var oljuprísurin høgur um tað mundi og El prísirnir rímiliga lágir.

Oljuprísirnir lækkaðu aftur sum tíðin leið, men EL-prísurin hevur bara sníkt seg ein veg, og tað er uppeftir.

Síðani fjarðavlesingin hjá SEV kom at virka, afturi í 2013 er tað serða lætt hjá brúkarinum at siggja forbrúki í egnum húsum, og hjá mær hevur forbrúkið fyri árini 2014 til og við 2018 verði 140.731,76 kr + 8000 í málaraleigu. 

Mánaðarliga  miðaltali við málaraleigu gevur  2.478,86 kr.

Um vit brúka mánaðarliga miðaltali  fyri øll árini frá 2007 til og við 2018 tvs. 11 ár, blívur samlaða forbrúkið = 327.209,87 kr. Herav ferð um 800 kr/mdr til ljós og annað, tvs. at hitapumpan hevur brúkt fyri 327.209,87 – (800x12x11) = 221.609,87 kr.

Um eg lítið aftur til tíðina við oljufýring, hevði eg eitt oljuforbrúk á ca. 7 ltr/døgn tvs. at forbrúkið í ltr. var áleið 2600 ltr/ár. 

Miðalprísurin á fýringsolju fyri nevnda tíðarskeið liggur nokk um 7 kr/ltr, tað gevur eina útreislu á  7 x 2600 = 18.200 kr/ár. 

Ella 200.200 kr/11 ár.

Munurin við at skifta til hitapumpu er 200.200 – 221.609,87 = -21.409,87 kr/11 ár.

Eg havi eisini meirisolerða húsini í jakstranini eftir, at fáa forbrúkið niður. tað hevur eisini  kosta mær fitt av peningi. Her kann nevnast 300 mm pappírsull á ovastaloft = 20.000 kr, sproyta glasull innum  húsaklædningin = 35.000 kr.

So tann endaliga investeringin fyri at gerðast  grønur, liggur nokk til dags dato áleið um 170.000 kr, og oveni tað heila kemur meirgjaldi á 11.000 kr, um man er ein av teimun heldigu, at blíva góðkendur av SEV, at fáa ”tann bíliga streymin”.

Alt hetta  hvørki betrar um samlaðu útreislurnar fyri grønu orkuna, og eiheldur um afturgjaldingartíðina.

Tey einastu íð fyri vissu hava forvunni  uppá hitapumpuna hjá mær er SEV og Landskassin  (Landskassin íð form av avgiftum og MVG). Hvat umhvørvi hevur vunni veit eg ikki, men tað kann sikkurt diskuterðast.

Flestu sethús íð eru bygd áðren BK-2017 eru ikki bjálvaði nokk, til at eina hitapumpu kann blíva rentabul og eg haldi at land, kommunur, SEV og leverandørar hava plikt til at upplýsa sethúsaeigarum íð skulla skifta orkuskipanina út, um vansarnar og meirútreislurnar íð standast av Grønum Hitaskipanum um húsini ikki eru rætt isoleraði.

At enda vil eg somuleiðis ynskja Hákun Djurhuus eitt gott summar og ein góðan dag víðari.

Aksel Petersen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo