Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sera harmur at lesa hetta ljóta álopið frá Jenisi av Rana á Fólkaflokkin nú nakrar tímar, áðrenn valhølini lata upp – har hann sigur seg sjálvan og Miðflokkin nú vera einsamallan skansa í virðisstríðnum, sum hann kallar tað.

Jenis sigur, og nú endurgevi eg: ”Flokkarnir ræðast at standa ímóti, tá á stendur, og velja at geva eftir, tá mest umræður, tá gudleys rák streyma inn yvir oyggjanar. Ístaðin fyri at verja borg svíkja teir!”

Hetta er so langt úti at siga, at eg havi ikki orð fyri tí – og tí má eg svara Jenisi aftur, hóast eg ikki havi góðan hug til tað.

Eg havi umboðað Fólkaflokkin á tingi í eini 28 ár tilsamans, og øll hesi ár havi eg kunnað atkvøtt eftir egnari sannføring Í ØLLUM MÀLUM.

Tað er jú staðfest bæði í grundlóg og í grein 23 í Stýrisskipan Føroya, at ”løgtingsmenn eru bert bundnir av egnu sannføring síni …”!

So tað er als einki nýtt at kunna atkvøða eftir egnari sannføring! Soleiðis hevur tað altíð verið í Fólkaflokkinum.

Men sjálvandi er ein altíð bundin av teimum avtalum, sum flokkurin ger og hevur gjørt, tá ið t.d. ein samgonga verður skipað!

Fólkaflokkurin er ein virðiskonservativur flokkur, sum byggir á okkara kristna siðaarv. Og tað hevur flokkurin sanniliga prógvað, og tí hevur hann sum eingin annar staðið ímóti tíðarrákinum. – Eg veit tað, tí eg var við í tí! Og føroyingar vita tað eisini!

Allur flokkurin atkvøddi ímóti at broyta hjúnabandslógina – og í sambandi við sammóðurmálið vóru tað 2 landsstýrisfólk úr Fólkaflokkinum, sum tóku tað ultimativa stigið og ofraðu sín landsstýrissess fyri at steðga málinum.

Eg kundi spurt, hví Miðflokkurin ikki gjørdi tað sama? Hví sleit Miðflokkurin ikki samgonguna tá? Tað haldi eg er ein relevantur spurningur at seta, nú Jenis leggur eftir øðrum!

Annars veit Jenis ógvuliga væl – og tað mátti hann heldur fegnast um heldur enn at stoyta tey frá sær – at tað eru fólk í øllum flokkum, sum vilja verja kristna siðaarv okkara!

Tey, sum eru uppstillað fyri Fólkaflokkin, gera tað sanniliga. Tað veit Jenis eisini væl, tí hann kennir helst tey flestu av teimum og hevur sæð, hvat tey bera fram á hesum økjum.

Eg kenni ið hvussu er fleiri av teimum sera væl – og eg finni meg ikki í, at Jenis skal seta hetta spjaldrið á tey og okkum!

Jógvan á Lakjuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo