Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Jógvan Philbrow roynir við lygnum og skeivum pástandum í telduposti til sínar limir, at leggja meg og Hjálparfólkafelagið undir at seta Pedagogfelagið í ringt ljós.

Jógvan Philbrow sigur “Føroya Pedagogfelag hevur valt ikki at luttaka í hesum sundurlyndi, og fer tí ikki alment út í miðlarnar at avsanna mínar pástandir ella ósannindi”

Jógvan Philbrow er væl vitandi um, at pástandirnur hjá okkum eru sannir, og ynskir tí helst ikki at tosa við miðlarnar.

Ístaðin sendir hann teldupost til allar sínar limir, har hann ger sær egnar tankar um, hvat vit vilja við atfinningunum, og leggur meg av órøttum undir at siga ósatt.

Hjálparfólkafelagið roynir ikki at seta kílar ímillum hjálparfólk og pedagogar. Tvørturímóti vildu vit heldur enn fegin havt eitt samarbeiði við Pedagogfelagið, men Jógvan Philbrow hevur blankt avvíst alt samstarv við Hjálparfólkafelagið.

Tað er nógv, sum Hjálparfólkafelagið og Pedagogfelagið kunnu, og avgjørt áttu at staðið saman um. Men tá Pedagogfelagið ikki vil viðurkenna Hjálparfólkafelagið, so er einki at gera.

Jógvan Philbrow leggur meg undir at siga ósatt. Hann sigur, at lønarsamanberingin sum eg vísi á, er millum hjálparfólk á dagstovnaøkinum á byrjunarstigi og námsfrøðingar á serøkinum á endastigi. Her lýgur formaðurin í Pedagogfelagnum beinleiðis fyri sínum limum.

Annars burdi formaðurin í Pedagogfelagnum vita, at á lønarstiganum er tað einki sum eitur námsfrøðingar á dagstovnaøki ella serøki, allir námsfrøðingar arbeiða eftir sama lønarstiga.

Fyrr var tað soleiðis, at námsfrøðingar og hjálparfólk á serøkinum vóru betri lønt, enn tey sum arbeiddu á dagstovnaøkinum. Tað er broytt, soleiðis at allir námsfrøðingar verða løntir eftir sama lønarstiga. Hjá hjálparfólkunum er ørvísi, hjálparfólk á dagstovnaøkinum eru enn ikki komin uppá sama lønarstig, sum hjálparfólk á serøkinum.

Lønarmunurin, sum eg vísi á, er millum hjálparfólk á dagstovnaøkinum á hægsta stigi og námsfrøðingar á hægsta stigi, og er púra rættur.

Frá 2017 til nýggjasta lønarsáttmála fyri 2022, har Jógvan Philbrow hevur umboðað hjálparfólkini til sáttmálasamráðingarnar, er lønargjógvin millum námsfrøðingar á hægsta stigi og hjálparfólk á hægsta stigi, vaksin við heili 3200 krónum, soleiðis at lønarmunurin í dag er heilar 9.178,12 kr.

Formaðurin í Pedagogfelagnum sigur, at styrkin ikki liggur í limagjaldinum, men í samanhaldinum. Tey flestu duga sjálvsagt at rokna út, at um øll hjálparfólkini fara úr Pedagogfelagnum, so missir felagið eini 50% av inntøkunum. Og tað merkist sjálvsagt.

At Jógvan Philbrow vísir á, at samanhald er tað týdningarmesta, er væl skiljandi. Tað er jú samanhaldið, sum ger tað møguligt hjá Pedagogfelanum at selja hjálparfólkini í strembanini at vinna námsfrøðingunum betri løn.

Tá talan er um løn og treytir hjá hjálparfólki, so eiga tað sjálvsagt at vera hjálparfólk, sum samráðast við arbeiðsgevaran um egin viðurskifti.

Mín áheitan til tykkum hjálparfólk skal tí vera – lat okkum hjálparfólk standa sterk saman um Hjálparfólkafelagið, soleiðis at vit hjálparfólk í framtíðini sjálv koma at samráðast um løn og egnu viðurskifti.

Latið tykkum ikki lumpa av ósonnum og villeiðandi pástandum frá formanninum í Pedagogfelagnum, um hvat Hjálparfólkafelagið vil við atfinningunum.

Um tit ivast, hyggi at lønartalvunum, so síggja tit sannleikan.

Sámal Hansen
formaður í Hjálparfólkafelagnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo