Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Fríggjadagin, tann 27. oktober, kl. 16.00 lata føroyska Birgit Kirke og danska Helle Bang upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Framsýningin er opin 27. oktober, kl. 16–20 og leygardagin 28. oktober til og við týsdagin 31. oktober, kl. 12-19.

Heiti á framsýningini er ”Áh, kundi á tíðarhavi”.

- Vit hava fingið okkum íblástur til listaverkini úr náttúruni og úr yrkingini hjá Pól F. Í listini avmynda vit okkara upplivingar av náttúruni og tað vit fáa burturúr yrkingini hjá Pól F.

- Hetta at steðga á, sansa løtuna, geva sær stundir, kasta akker, fanga løtuna, egnabragdi – tað er tað vit royna at endurgeva í myndunum í abstraktum formi, siga tær báðar Birgit Kirke og Helle Bang.

Tær báðar hava havt fleiri felags framsýningar m.a. í Danmark, Grønlandið og í Føroyum. Seinast tær sýndu fram saman í Føroyum var í 2012.

Framsýningin umfatar málningar, tekningar og standmyndir úr bronzu og leiri.

Hanus G. Johansen, sum hevur sett løg til fleiri av yrkingunum hjá Pól F, kemur og spælir nøkur løg til ferniseringina.

Róland í Skorini, sum fleiri kenna m.a. frá Hoydølum, kemur og heldur eina lítla setanarrøðu til ferniseringina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo