Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú valdagurin nærkast ynski eg at koma við eini inniligari áheitan á allar borgarligar veljarar. Eg vil heita á øll borgarlig um at velja Fólkaflokkin tann 8. desembur. Hetta er alneyðugt og avgjørt best givna atkvøðan, um vit ynskja eitt borgarligt landsstýri.

Latum okkum fylkjast um fólkaflokkin og gera hann stóran og sterkan, so hann ikki verður til at koma uttanum, tá valúrslitið er greitt.

Aftur til røturnar
Komið aftur til røturnar og sláið ring um flokkin. Hetta hevur ongantíð verið meir neyðugt enn júst nú. Latum okkum seta góðu siðbundnu borgarligu dygdirnar sum ágrýtni, áræði og ábyrgd aftur í hásætið. Dygdir, sum hava bygt okkara land og  sum framvegis fara at gera tað. 

Fólkaflokkurin er besta valið, um vit ynskja eitt borgarligt stýri. 

Ágrýtni, áræði og ábyrgd skal lønast – ikki revsast. Tað skal løna seg at arbeiða og at arbeiða yvir, taka eyka tøk, vera íverkseti og skapa arbeiðspláss. Við at eggja fólki at arbeiða meir, fáa vit meir arbeiðsmegi út á arbeiðsmarknaðin og skapa størri búskaparvøkstur.

Vit síggja ikki reytt, um ágrýtni og fyritaksemi lønar seg og gevur pengar. Pengarnir gera mest nyttu í umferð úti í samfelagnum, heldur enn í landskassanum.  

Fyritaksemi, nýhugsan, ágrýtni og áræði er drívmegin, krumtappurin, og lokomotivið í vælferðarsamfelagnum. Hesum eginleikunum koma vit altíð at hava brúk fyri, og hesir eginleikar skulu virðismetast og lønast. Tað ger Fólkaflokkurin.

Trygdarnet undir vælferðarsamfelagnum
Tað er  eisini eitt av aðalmálum Fólkafloksins at hava góðar vælferðartænastur og at hava eitt gott og vælvirkandi trygdarnet undir vælferðarsamfelagnum. Til tey, sum ikki klára dagin og vegin, til okkara sjúku, veiku og gomlu. Samfelagið er komplekst og hongur  saman. 

Fólkaflokkurin  hevur farnu 3 árini so dyggiliga prógvað í verki at vit raðfesta vælferðarsamfelagið høgt. Ongantíð áður er so nógvur peningur avsettur til heilsu- og almannamál og aðrar vælferðartænastur. Ongantíð áður eru so nógv heim bygt kring alt landið til fólk við serligum avbjóðingum.

Við fólkaflokkinum kann góða gongdin halda fram og víðkast
Í  komandi valskeiði vilja vit veita ein skattalætta til fólk við  lág- og miðalinntøkum. Hesi skulu ongantíð rinda meir enn 30 % í skatti. Fólkið fyrst, so landskassin. Tað almenna skal minka og tað privata vaksa. 

Mótrokning í pensiónini til pensionistar skal hækka til 80.000 kr.

Lesandi og lærlingar skulu kunna tjena upp til 85.000 kr. skattafrítt.

Við at eggja pensionistum, lesandi og lærlingum at arbeiða meir fáa vit meir arbeiðsmegi  út á arbeiðsmarknaðin og skapa størri búskaparvøkstur.

Fyri at góða gongdin síðstu 3 árini kann halda fram eftir løgtingsvalið tann 8. desembur er alneyðugt, at allir føroyingar við borgarligum hjarta fylkjast og fara mannsterkir á val tann 8. desembur og velja ein sterkan fólkaflokk inn á Føroya Løgting.

Avgerðin er tín, góði veljari, løn okkum fyri  avrikini og set X við fleiri  avrik.

X við fólkaflokkin.

X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo