Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Seinastu dagarnar hava koronusmittutølini av álvara tikið dik á seg, og ongantíð fyrr hava so nógv fólk havt smittuna í senn í Føroyum. Nýggjastu tølini vísa, at 437 fólk í løtuni eru smittað, og 564 eru í sóttarhaldi. Eisini talið av innløgdum koronusjúklingum er vaksandi, í gjár vóru teir fimm í tali nú.

Nú er tað serliga ímillum ókoppsett yngri fólk, at farsóttin herjar.

84 prosent av øllum føroyingum eldri enn 12 ár eru koppsettir tvær ferðir fyri koronu. Men býtið er ikki javnt.

Tað eru flest ókoppsett í teimum yngru aldursbólkinum tó undantikið aldursbólkurin 20-24 ár, har 92 prosent hava fingið tvey prik.

Foreldrini skulu loyva koppseting av teimum í aldursbólkinum 12-14 ár, og tey hava havt tilboðið styttri enn hinir aldursbólkarnir. Í tí aldursbólkinum hava 39 prosent fingið bæði prikini.

Í aldursbólkinum 16-19 ár hava 79 prosent fingið annað prikið, 81 prosent í aldursbólkinum 25-29 ár, 76 prosent í aldursbólkinum 30-34 ár, 78 prosent í aldursbólkinum 35-39 ár, 82 prosent í aldursbólkinum 40-44 og 87 prosent í aldursbólkinum 45-49 ár.

Í teimum eldru aldursbólkunum er prosenttalið av koppsettum oman fyri 90 – í teimum elstu bólkunum út ímóti 100 prosentum.

Tey ungu hava tann fyrimunin, at tey eru betri mótstøðufør enn eldri og heilsuveik fólk, og enn er heldur ongin vorðin so sjúkur í hesi nýggju farsóttarbylgjuni, at tørvur hevur verið á intensivari viðgerð, eitt nú respiratorviðgerð.

Men heldur gongdin fram, kann støðan gerast verri, tí orkan hjá heilsuverkinum er avmarkað – eisini um tørvur ikki er á intensivari viðgerð.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, tekur støðuna í stórum álvara; hann mælir staðiliga øllum at koppseta seg, og hann harmast, at so nógv ung og yngri fólk aftra seg.

- Vit skulu sjálvandi blíva við at sýna fyrilit og fylgja øllum tilmælum um til dømis reinføri og frástøðu, men tann mest effektiva verjan ímóti koronu er koppseting. Kortini eru tað alt ov nógv ung og yngri, sum annaðhvørt ikki vilja koppseta seg ella halda, at júst tey ikki hava koppseting fyri neyðini. Men tað hava tey.

- Við at koppseta teg, verjir tú teg sjálvan og øll rundan um teg. Og harvið verjir tú alt samfelagið, tí vit vita, at um smittutølini hjá okkum verða ov stór, so kann trýstið á heilsuverkið eisini gerast hættisliga stórt.

- Mín áheitan er tí púra greið: Tit, sum ikki longu eru koppsett, geri tað nú, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Lat teg kanna, tá tað er neyðugt
Síðan smittutølini aftur fóru at vaksa, er trýstið á almennu kanningarstøðini, har fólk kunnu kanna seg fyri koronu, eisini vaksið so nógv, at tað stendur á at halda tørn.

Nógv, sum ikki hava sjúkutekin og heldur ikki hava serliga orsøk at halda seg vera smittað, lata seg kanna  fyri at vera á tí tryggu síðuni. Tað er óheppið, tí tískil kunnu tey troka smittað fólk aftur um í bíðirøðini.

- Tað er sera týdningarmikið, at tey, ið mest sannlíkt eru smittað, skjótt sleppa framat at kanna seg og verða avbyrgd, um tey eru sjúk. Tí ger tað heldur onki, um tey, sum ikki kenna seg sjúk og ikki hava verið saman við koronusmittaðum fólki, bíða við at bíleggja tíð til koronukanning, til hetta nosið er hasað so nøkulunda av, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo