Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Á Náttúruvísindadeildini eru prógvhandanir í dag, eins og á hinum deildunum á Setrinum. Ein flokkur, sum hevur lisið orku, legði fyrr í vikuni fram áhugaverd úrslit úr sínum bachelorritgerðum.

Á framløguni hjá bachelorunum vórðu mong viðkomandi evni viðgjørd, og fleiri áhugaverdar niðurstøður eru sprotnar úr kanningunum, sum tey lesandi gjørdu í sambandi við ritgerðirnar.

Sum dømi kunnu nevnast:

* Kanning av galdandi byggireglugerð vísti, at hon er vorðin efturbátur í orkuhøpi, um vit samanbera við grannalondini, og eisini, tá samanborið verður við hús, sum longu eru bygd her heima. Reglugerðin kann eisini við síni avmarking í byggihædd blíva ein forðing fyri nøktandi bjálving.

* Kanningar av sokallaðu FOS/TAC-virðunum í nýggja biogassverkinum vísa, at hetta er eitt gott stýriamboð, og um tilgongdin verður stýrd rætt, so kann biogassverkið framleiða ravmagn, ið svarar til tvey prosent av verandi el-framleiðslu í Føroyum.

* Kanningar av verandi jarðhitaskipanum og jarðborðingum í Føroyum vístu, at jarðhitaskipanirnar roynast væl, og at munurin millum góða og ringa staðseting hevur lítla ávirkan á effektivitetin. Nógv størri ávirkan hevur orkueffektiviteturin á sjálvum bygningunum. Tað vísti seg somuleiðis, at djúpdin á boriholum kann verða grynri, enn rátt verður til.

* Kanningar av nýtsludátum frá oljufýringstænastu vísa, at hesar dátur kunnu brúkast til støddarmeting av tilsvarandi loysnum við hitapumpum. Kanningarnar vísa eisini, at hitapumpuloysnirnar spara seg inn aftur innan fyri avskrivingartíðarskeiðið.

* Kanningar vórðu eisini gjørdar av hydrogeni sum orkugoymslu. Hetta hevur serligan týdning í okkara framtíðar elskipan, har vindorka verður høvuðsorkukelda. Kanningarnar vístu á passandi stødd av framleiðslu og goymslukapasiteti.

* Kanningar av dátum frá fjarhitaskipanini í Havn vístu, at framleiðslan er samanbærilig við aðrar slíkar skipanir, tá orkustøðan í Føroyum verður tikin til eftirtektar. Kanningarnar vístu eisini, at størsta sparingin ikki fekst við at broyta hitan á vatninum, ið verður sent út, men heldur at fáa brúkarar til ikki at senda alt ov heitt vatn aftur til skipanina.

Tey lesandi, sum løgdu síni úrslit fram, hava nú fingið prógv sum bachelorar í orkuverkfrøði ella orkuvísindum.

Í heyst ber aftur til at lesa orkuverkfrøði á Setrinum, men hesaferð er útbúgvingin breiðkað, so orka er ein av trimum breytum á útbúgvingini "Verkfrøði".

Hinar breytirnar eru el og bygging.

Sí meiri kunning her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo