Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Um so verður at eitt misálit kemur á uttanríkismálaráðharran, so fer Javnaðarflokkurin at taka undir við tí, sigur Aksel V Johannesen við VP.

Orsøkin er, sum Aksel V Johannesen eisini nevnir í einum fyrispurningi til løgmans, orðini hjá Jenis av Rana í Andglettinum við Miðflokkinum, har formaðurin sigur:

«Tað at liva sum sokallaður homosexuellur, tað er í stríð ímóti tí grundlóg, sum eg persónliga havi, og sum Miðflokkurin hevur, og sum eg eisini haldi, at Føroyar hava»

Aksel V Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at júst nú verður mest hugsað um fólkatingsvalið, so flokkarnir hava ikki tosað saman, men um misálit verður lagt á Jenis av Rana eftir fólkatingsvalið, so tekur Javnaðarflokkurin undir við tí.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo