Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Aksel V. Johannesen á Facebook: Í kvøld var drúgv samrøða í Kringvarpinum við nýggja oddamannin í Fólkaflokkinum. Fyrst og fremst til lukku við formanssessinum, Christian. Í samrøðuni verði eg nevndur, og tí skrivi eg hesi orðini.

Tað gleðir meg, at Christian hevur lagt til merkis, at Javnaðarflokkurin hugsar um fakfeløgini. At hann hevur varnast, at Javnaðarflokkurin hevur sum fremsta endamál at arbeiða fyri korunum hjá vanligum løntakarum. Alt annað hevði verið løgið.

Vit í Javnaðarflokkinum hava eitt gott samstarv við fakfeløgini, men eg kann vissa um, at eg eri ikki í starvi hjá nøkrum fakfelagi. Eg havi einki annað starv enn at vera politikari.

Sum løgtingsmaður og formaður í Javnaðarflokkinum er fremsta uppgávan at skapa álit.

Álit á flokkin. Álit á politisku skipanina.

Tí gavst eg sum advokatur, tá eg bleiv landsstýrismaður í 2009. Í 2011 fekk eg framíhjárættin at blíva formaður í Javnaðarflokkinum. Við álitissessinum fylgdi ein stór ábyrgd, og eg tók beinanvegin avgerð um, at tað er eitt fulltíðarstarv at vera formaður.

Uttan mun til, um heitið eisini er løgtingsmaður, landsstýrismaður ella løgmaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo