Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: Albert Theis Nielsen, sum kom til 07 Vestur í fjør, hevur júst undirskrivað nýggjan sáttmála, so hálvi sørvingurin verður við okkum komandi kappingarár.

22-ára gamli Albert spældi hann seg inn á lið okkara í fjør, og fekk eisini debut í Betri Deildini hjá okkum, undir Magnus Powell. Albert er annars er uppvaksin í Danmark, men kom vestur úr EB/Streymi har hann var árið fyri, tó uttan at fáa stórvegis spælimøguleikar. 

Í alt fekk ungi framrættaði miðvallarin 22 dystir í Betri Deildini og 1 í steypakappingini í fjør, umframt nakrar fáar dystir í 2. deild. Hann fekk eisini sítt fyrsta mál í Betri Deildini í sera spennandi og vælspælda 2-2 javnleikinum móti B36 í heyst, tá hann legði okkum á odda 2-1 í 84. minutti. Hetta bleiv tó ikki sigurmálsið, hóast vit høvdu uppiborið tað, tí B36 javnaðu fimm minuttir seinni.

Sum skilst arbeiða annars 07 Vestur og nýggi høvuðsvenjarin, Michael Schønbjerg, við at fáa styrk á fleiri plássum. Nakrir av útlendsku leikarunum eru farnir úr felagnum, Zoran Vujovic og Predrag Jeremic, sum eru leysgivnir eftir at sáttmálarnir gingu út, og so Kevin Jablinski, sum, eins og undanfarni venjarin, er farin til Østersunds FK í Svøríki. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo