Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað eru onkrar útsagnar, sum siga meira enn aðrar. Hendan útsøgnin í Bíbliuni hjá Job kap 3, v 9, er søgd um eina dimma nátt við byrjan av einum mannalívi, sum tyktist at blíva heilt miseydnað, men sum tó bleiv ein sólskinsøga.

Skal ikki skriva meir um hetta í hesum samanhangi uttan tað, at versið altíð hevur sagt mær sera nógv, og havi eg mangan á morgunvakt, tá sólin kom úr havið, hugsað um hesa útsøgn, og hvussu lívið tó kundi laga seg til tað góða.

Sólin hevur verið sjáldan at sæð í vetur vegna dimmliga luft, men tó kundi hon síggjast handan Borðuna nú ein morgun, men var tað bert eygnalok morgunroðans, tí hon stendur so lágt á hválvinum hesa árstíðina.

Tó so, hon maktaði at kasta morgunroðan nakað vestur á luftina, og bar tað boð um ein góðan dag, og so bleiv.

Árið 2022 er nú aftan bak, og 2023 er byrjað. Veðrið hesar fyrstu dagarnar hevur hildnast væl, og hetta sást væl á tí tiltakandi mánanum. Hann stóð so upprættur, nú hann tók til, og tað er altíð eitt tekin um eina góða veðurperiodu, men tó kann vera okkurt físi. Eg havi roynt at spurt onkran veðurkønan og onkran góðan matematikkara, sum hevur áhuga í rúmdarverðini um hetta, men enn hevur eingin kunnað svarað, hví so er. Men svarið kemur kanska seinni. Tó er hetta ein veruleiki!

Farna árið verður uttan iva vánaligasta ár, sum vit vita um til toskafiskiskap inni á Landgrunninum, ja heilt “bedrøviligt”. Eg hoyrdi um tríggjar bátar frá Leirvík, sum í síðstu viku høvdu verið á floti í fjørðinum, og høvdu ikki fingið ein einasta fisk við toskaskræðu, so tað má sigast at vera heilt sjáldsamt.

Tó ikki meiri annarleiðis enn tað, at eg minnist mammu siga frá, at pápi og aðrir høvdu einaferð í 1930-árunum verið á floti ein heilan dag í januar og ongan tosk fingið, men bert nakrar brosmur. Jú, sigast má, at alt sum verið hevur, kemur aftur.

Fiskifrøðingar hava ikki fyri neyðini at skriða sær í nakkanum, tí fiskurin kemur aftur, um vit fiska ella ikki fiska! Seinni í hesum ári vænti eg, at el Nino tekur til aftur, og so verður aftur fiskur at fáa.

Eg skal tí í stuttum siga mína hugsan um orsøkina til, hví eingin toskur er, men ætli ikki á hesum sinni at útdýpa tað av nýggjum - tað havi eg so ofta gjørt, og tað er sjón fyri søgn, at tað hevur ikki verið nógv við síðunar av.

Ongantíð síðani í 1600-árunum, frá umleið 1635 og fram, hevur ein so drúgv la Nina ligið yvir heimin sum hesaferð. Og ongantíð síðani regluligar mátingar eru blivnar gjørdar, hevur ein la Nina verið samanhangandi í 3½ til 4 ár. Men nú hendi tað aftur.

Hetta fyribrigdi ávirkar alt margfeldi og livilíkindi í øllum heiminum, onkustaðni til tað góða, men í flestu førum til tað ringa, t.d. á okkara leiðum. Hetta er natúran, sum ikki er skapt av mannahond, íð vísir sítt veldi! Her verður ikki spurt eftir, um vit brenna torv, kol, gass ella olju, og heldur ikki, um vit hava partrolarar ella flogfør.

Granskarar og debattørar sum t.d. kendi svenskarin Gabriel Oxenstjerne frá Lund, Bjørn Lomborg frá Danmark, og eitt ótal av granskarum um allan heim siga og halda, at hesar veðurlags bilgingar, sum hava verið seinastu árini við ovurhita og turki á lokalum støðum á sumri og nógvun kulda á vetri, ikki er skapt av mannaávum, men at orsøkin eru tær sera stóru rembingar á sólini seinastu árini, og sum eisini hava ávirkað hetta drúgva la Nina tíðarskeiði, og fleiri halda, at CO2 als einki hevur við veðrið at gera.

Men hesir granskarar, sum hava aðra veðurlagshugsan, koma als ikki framat í fjølmiðlunum, tí teir passa ikki inn í klima-ráks-hugsanina, sum nú er. Ikki kann tí sigast, at okkara góða demokratiska talifrælsi kemur til sín rætt. Tí nú er tað ikki vitan, tað snýr seg um, men stýring av, hvussu mannaættin skal hugsa, og politikkur og peningur.

Um so er, at tey, sum meta og hugsa øðrvísi, kundu hugsað sær at rætt klimanum eina hjálpandi hond, so verður trupult hjá mannahond at gera nakað við sokallaða trupulleikan, um sólin er orsøkin, tí teir, sum hava kannað sólina, siga, at hitin á sólini er 5000 gr uttan á, og innan í kjarnuni er hann 15 mill gr hiti, so har verður trupult at at stinga hondina inn og broyta sjuntin! So her er nokk hjá klimabroytarum at hugsa um.

Rembingar í natúruni hava altíð verið og fara altíð at vera. Og harvið skiftandi tíðir til kulda og hita, veður og vind á jørðini.

Fyri nøkrum árum síðani varð ein sera áhugaverd bók skrivað, sum hevur navnið Grønlands Forhistorie. Hon kom út hjá Gyldendal forlagnum. Bókin handlar um Grønlands-søguna frá byrjan av, tá tey fyrstu landnámsfólkini komu til Grønland og til dagin í dag. Um allar tær nógvu fólkaflytingar í landinum, sum komust av skiftandi kulda og hita, so fólkini máttu reika runt á hesum stóra kontinenti. Bókin sigur frá, hvussu fólk við útgrevstrum og harvið funnum lutum hava kunnað staðfest, hvussu hesi menniskju hava búleikast, og nøkulunda í hvørjum tíðarbili, tey hava búð á hvørjum stað.

Tað, sum eg havi fest meg mest við í bókini, er, hvussu nógvar klimabroytingar hava verið hettar tíðarskeiðið, síðani eskimoarnir komu yvir um sundið frá Kanada og Sibiria og til dagin í dag, og vísi eg tí eina talvu úr bókini yvir eitt 4-5000-ára tíðarskeið um, hvussu máttmiklar klimabroytingar hava verið hesi árini. Ikki av mannaávum, men skaptar av natúruni.

Tað er tí sera neyðugt, at tey, sum eru sett at valda og stýra landi okkara, stinga fingurin langt niður í jørðina, áðrenn tey gera tápuligar klimaniðurstøður, sum eru við at útarma so mong samfeløg fíggjarliga í hesum døgum.

Mest sjáldsamasti ministarapostur, sum nakrantíð er settur í heimssøguni, er klimaministari! Eg skilji ikki hetta starv. Her er jú eingin mótpartur at samráðast við uttan gomlu veðurgudarnir Jupiter og Zeus úr gomlum sagnum hjá grikkum og rómverjum.

Tó má eingin misskilja meg: vit eiga ikki at dálka meira enn hægst neyðugt! Vit eiga at fara væl við náttúruni, sum vit eru sett at røkja. Vit eiga at verða góð við jørðina, sum vit eru sett á sum ferðafólk eitt stutt tíðarskeið, hava tað reint og liviligt. Hesa náttúru, sum á tíðarinnar morgni bleiv handað okkum, og sum tá sagt bleiv um: Og alt var sera gott!

Kannið nú hesa talvuna um klimabroytingar i Grønlandi (sí niðanfyri) og metið so, um hetta er skapt av menniskjum. Teir nýttu bert kajakkir og konubátar og onga olju og kol á teimum døgum at flyta seg við!

Gott nýggjár
Osmund Justinussen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo