Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Lærarar fara úr starvi í seinasta lagi, tá ið teir eru vorðnir 67. Hóast tørvurin at arbeiða eftir, at pensjónsaldurin er rokkin, er lítil, er formaður Føroya Lærarafelags ikki fyri at nokta fólki at arbeiða, hóast høgan aldur.

- Tað er aldursdiskriminatión at nokta fólki at arbeiða eftir at tey hava rokkið pensjónsaldur. Hóast vit ikki merkja nakran serligan tørv frá okkara limum at arbeiða eftir pensjónsaldur, halda vit, at tað er uppá sítt pláss at sleppa aldursmarkinum. Tað eru lærarar, sum eru ógvuliga væl fyri og sum kundu arbeitt eitt sindur afturat, men mugu frá fyri aldur, tí lógin sigur tað.

Tænastumannasettir lærarar eru í øðrvísi støðu enn sáttmálasettir lærarar, tá ið talan er um at arbeiða eftir pensjónsaldurin er rokkin. Sambært lóg kunnu tænastumenn ikki arbeiða eftir at teir eru vorðnir 67 ár; sáttmálasettir lærarar hinvegin kunnu arbeiða til teir eru vorðnir 70, og eftir at teir eru vorðnir 70, kunnu teir søkja um at sleppa at halda fram. Á leið 100 lærarar, sum starvast í fólkaskúlanum í dag, eru tænastumannasettir; um eini 10 ár eru teir allir farnir frá fyri aldur.

Tænastumannasettir lærarar kunnu fara frá við eftirløn, tá teir eru fyltir 60 ár; tað sleppa sáttmálasettir lærarar ikki.

- Vit síggja nógv dømi um sáttmálasettar lærarar, sum vilja sleppa frá, áðrenn teir eru 67 ár, tí teir eru útkoyrdir, men tað sleppa teir ikki. Lærarar, sum gerast 60 og arbeiða fulla tíð, fáa niðurskurð sum í mesta lagi er 5 undirvísingartímar um vikuna, og tað hjálpir væl, men hjá summum hevði besta loysnin verið at sloppið frá við eftirløn, sigur formaðurin í Lærarafelagnum við Skúlablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo