Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Annað av uppskotunum á tingfundinum í morgin er uppskot hjá Jørgen Niclasen um at broyta aldursmarkið fyri at fáa talgildan samleika til 13 ár.

- Fleiri partar hava víst á tørvin á at lækka aldursmarkið á talgilda samleikanum til 13 ár. Bankarnir hava víst á, at børn kunnu byrja at arbeiða og fáa løn, tá tey eru 13 ár og tá er tað ein fyrimunur at tey hava talgilda samleikan.

- Eisini hava viðskiftafólk hjá Talgildu Føroyum nevnt, at tað hevði verið ein fyrimunur, t.d. hjá kommunum í sambandi við “Ung í arbeiði” verkætlanina.

- Eitt annað dømi er koronupassið. Børn niður í 12 ár fáa í dag bjóðað koppseting fyri koronu, men tey kunnu ikki fáa talgilda koronupassið fyrr enn tey eru 15 ár, eftirsum at aldursmarkið fyri at fáa talgildan samleika er 15 ár. Tí er ynskiligt at seta aldursmarkið niður, sigur fíggjarmálaráðharrin millum annað í viðmerkingunum.

Sí uppskotið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo