Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Amerikanarin Alex Jones er dømdur at gjalda endurgjald til familjurnar hjá teimum sum doyðu í einum skottilburði í Sandy Hook Elementary skúlanum í býnum Newtown í statinum Connecticut í 2012.

Hann skal gjalda familjunum 965 milliónir dollarar, einar 7,4 milliardir krónur, í endurgjaldi, fyri at halda uppá, at skottilburðurin í veruleikanum var ein sjónleikur, sum tey ið eru ímóti rættinum hjá amerikanarum at bera vápn í stóran mun stóðu fyri.

Tilsamans 28 næmingar og starvsfólk í skúlanum doyðu av tilburðinum.

- Hetta vísir, at konspiratiónsteoretikarar sum Alex Jones og onnur noyðast at hugsa seg um meira enn einaferð áðrenn tey koma við sínum lygnum, sigur ein talsmaður fyri tey avvarandi at teimum sum doyðu.

Alex Jones hevur á heimasíðu síni InfoWars boðað frá, at hann ætlar at kæra dómin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo