Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Aling er í dag størsta inntøkukelda hjá Føroyum. Hetta er ein suksesøga av sonnum, men tíðirnar broytast og eisini alingin má fylgja við tíðini. Bæði verandi aktørar og nýggir aktørar mugu hava umstøður at menna seg, so teir ikki grógva fastir í gomlu tíðini.

Aling á landi er í stórari menning í okkara grannalondum, og vit eiga at fylgja við hesi menning, í hvussu er á royndarstigi.

Tað finnast longu nú aktørar, ið hava ætlanir at fara undir slíkt virksemi í Føroyum, men myndugleikarnir drála sum so ofta.

Ikki er víst, at hetta verður ein stórvinna í Føroyum, men vit eiga í hvussu er at fáa neyðugu royndirnar til vega.

Tað áttu at verið gjørdar nakrar royndarverkætlanir, soleiðis at sjón fæst fyri søgn um hetta ber til í Føroyum. Til hetta er neyðugt, at hóskandi øki verða sett av til virksemið.

Eisini er neyðugt at gera tað møguligt hjá útlendskum íleggjarum at koma við kapitali og know-how.

Kann spæla saman við grønari orku
Tað er rætt, at aling á landi er sera orkukrevjandi.

Aling á sjógvi fær nógva orku forerandi beinleiðis frá streymasjógvi. Men í alivirkjum er neyðugt at endurskapa eitt umhvørvi, ið fær laksin at mennast og trívast. Hetta krevur harumframt stórar íløgur í anlegg.

Hesin eyka kostnaður uppvigast partvíst av, at laksurin verður aldur í einum fullkomiliga kontrolleraðum umhvørvi, har sjúkur, lýs o.a. mest sum kunnu eliminerast. Fellið verður minni og djóravælferðin verður eisini styrkt.

Harumframt hava Føroyar ein eyka kappingarfyrimun, ið tó enn ikki er útbygdur nóg mikið. Føroyar hava ovmikið av varandi orku, ið fýkur og streymar framvið landið gjøgnum alt árið. Stóri trupulleikin er, at hendan orkan í ov lítlan mun verður fingin til høldar.

Aling á landi kundu verið ein vinna, ið brúkar ein part av grønu orkuni, tá samfelagið annars svevur.

Eisini kundi hendan vinna verið brandað sum grøn og ódálkandi. Burturkast og skarn frá alivirkjunum kann síðani gagnnýtast á biogassvirkinum, ið aftur veitir orku til alivirkini.

Burðardygd er nakað, ið fer at avgera prísin á matvørum alsamt meiri komandi árini.

Ringrásbúskapur er nakað, ið er komið fyri at vera.

Staðsetingin er ein avbjóðing
Ein heilt avgerandi trupulleiki er staðsetingin, tí hesi alivirki mugu vera sera stór fyri at megna kappingina.

Tað er eisini rætt, at hetta virksemi tekur pláss frá øðrum virksemi, ið annars kundi verið á staðnum.

Onkur hevur nevnt møguleikan fyri at gagnnýta gomul grótbrot til bygging av alivirkjum. Vinnuøkið á Sundi er ein annar møguleiki.

Harumframt er tað ein fyrimunur, at slitið á føroyska havumhvørvið verður minni. 

Jaspur Langgard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo