At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Heilsufrøðiliga starvsstovan: Avgerð um tillaging og víðkanin av aliøkinum er tikin í dag - við at veita ískoyti til verðandi aliloyvið. Aliloyvið hjá Mowi á Sandsvág varð útskrivað 29. mai 2017 og er galdandi til 1. apríl 2029.

P/F Mowi (tá P/F Marine Harvest Faroes) byrjaði á Sandsvág í 2014. Tey fyrstu árini vórðu brúkt til kanningar og royndir á økinum. Tær fyrstu royndirnar vórðu gjørdar við ongum fiski á økinum. Í 2016 varð fiskur fyrstu ferð settur í ein ring.

Vegna stórt felli søkti P/F Mowi um at flyta aliøkið longur inn á vánna.

Fiskur hevur nú gingið á verandi staðseting tvær útsetur. Útsetingarnar hava tó verið smáar.

Við tillagaða og víðkaða økinum metir Mowi nú, at til ber at fáa betri rakstur í alingina á Sandsvág.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo