Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Búskapur & Vinna: Í valdystinum til løgtingsvalið tann 8. desember skipaðu politisku flokkarnir fyri vitjanum hjá virkjum og stovnum, har politisku valevnini fingu høvi at fáa innlit í virksemi hjá hesum og greiða frá sínum vallyftum. Myndin omanfyri er frá, tá valevnir fyri Javnaðarflokkin vitjaðu Hiddenfjord, har stjórin Atli Gregersen nýtti høvi at greiða frá virksemi teirra og útlitunum fyri føroyskari alivinnu komandi árini.

Vinnan hevur tó eisini sjálv gjørt vart við síni valynskir, eitt nú hevur Vinnuhúsið gjørt fleiri filmsbrot á sosialu miðlunum. Í sendingini Búskapur & Vinna á Rás 1 mikukvøldið spurdi verturin Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, til ynskini hjá vinnuni til samgonguskjalið, sum nú verður samráðst um. Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, var gestur í sendingini.

- Alivinnan eigur heldur at rinda av stórum avlopum heldur enn stórum umsetningi, segði Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, “tí tá hava myndugleikar og alifyritøkur somu áhugamál um burðardyggan vøkstur.”

Størsta útflutningsvinnan kann gerast enn størri
Alivinnan er nógv tann størsta einstaka útflutningsvinnan, har laksaútflutningurin aftur í ár setur met og fer upp um 5 milliardir krónur. Feskastu útflutningshagtølini frá Hagstovu Føroya fyri fyrstu 10 mánaðirnar í 2022 vísa, laksaútflutningurin er vaksin úr 3,5 milliardum krónum upp í 4,5 milliardir krónur ella 30%. Hetta hóast útflutta nøgdin minkaði 8%. 

Bakkafrost hevur áður boðað frá, at teirra íløguætlanir fyri komandi árini innibera íløgur fyri 7-800 milliónir krónur árliga fyri at vaksa um framleiðslukapasitetin í Føroyum. Sostatt væntast tøkan at økjast við 50% fram ímóti 2025. Hiddenfjord gjørdi herfyri íløgur fyri 120 milliónir í lokaðar alieindir fyri at avmarka um lívfrøðiliga váðan og bøta um vakstrarmøguleikarnar.

Helst hevur tað verið hesin boðskapur, ið Atli Gregersen greiddi Aksel V. Johannesen og floksfeløgum hansara frá, tá teir vóru á gátt. Alikakan kann gerast munandi størri, men hon kann eisini gerast minni, um illa vil til.

Støðug viðurskifti fortreyt fyri íløgum
Eitt tema í valdystinum var, at fleiri av politisku flokkunum boðaðu frá, at teir ynskja at taka meira inn í tøkugjaldi frá alivinnuni. Fráfarandi samgonga ætlaði at tillaga skipanina, soleiðis at áleið 75 milliónir krónur meira komu inn frá alivinnuni í 2023, ella tilsamans 250 milliónir krónur. Tjóðveldi hevði í síni valskrá ítøkiligt boð upp á at økja inntøkurnar frá tøkugjaldinum heilt upp í 375 milliónir krónur ella tvífalt so stóra øking sum fráfarandi samgonga.

Í sínum valynskjum hevði Havbúnaðarfelagið sum fremsta valynski, at skattir og avgjøld álagt alivinnuna ikki virka forðandi fyri íløguhugin. Í Búskapi & Vinna bleiv Niels Winther eisini biðin um at útdjúpa hetta.

Alivinnan er púra við upp á at rinda meira til felags kassan, tá prísirnir og vinningurin er so stórur, sum hann hevur verið í ár, segði Niels. Men í dag hava vit eina skipan við tøkugjøldum, sum eru knýtt beinleiðis at tøkuni og marknaðarprísinum, har tað hevði verið betur við eini skatting av vinninginum í staðin. Fráfarandi samgonga hevði ætlanir um at gera eina skipan fyri tillaging av metta framleiðslukostnaðinum, sum í ávísan mun hevði rættað upp á hetta.

Serligu marknaðarviðurskifitini í øðrum og triðja ársfjórðingi í ár síggjast aftur í grafinum niðanfyri, har marknaðarprísurin í norskum krónum í ár er samanborin við gongdina í 2021. Tað sæst eisini, at laksaprísurin síðstu vikurnar eru blivin meira vanligur aftur.

Ársins síðsta sending av Búskapi & Vinnu bleiv send mikukvøldið og bleiv endursend í kvøld sunnukvøldið klokkan 19:30 á Rás 1 í Televarpinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo