Kringvarpið: Føroyska alivinnan er um at missa tamarhaldið á laksalúsini. Síðstu trý árini er talið av kynsbúnum laksalús fýrafaldað, og vanligu kemisku evnini at basa lýsnum rína nærum ikki við longur.
- Neyðugt er við nýggjum og strangari átøkum fyri at basa trupulleikanum, sigur Atli Gregersen, stjóri í alifyritøkuni Luna, við Útvarpið.
Útvarpið royndi seinnapartin hósdagin at fáa eina viðmerking frá landsdjóralæknanum, Birnu Mørkøre, men tað eydnaðist ikki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo