Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

19. november fara rútmurnar at oysa niður í Høllini á Hálsi. Beint sum heimsstjørnan Anastacia trínur av pallinum, yvirtaka garvaðu All That Rain pallin, og teir trýsta spitaran í botn. Frálíkir tónar fara at ljóma náttina á tamb.

Tá Anastacia trein á tónlistarliga heimspallin í 00´unum kundi tú ikki fara á barr, í dans ella á diskotek uttan at hennara hitt vórðu tráðspæld. Men tað var ikki bara hennara tónleikur, ið var nógv spældur í býnum í 00´unum. Bólkurin All That Rain spældi kring alt landið, og orkumikla ljóðið hjá teimum var stórur partur av náttarlívinum fyrst í øldini.

All That Rain var óivað virknasti dansibólkur í 00´unum, um sama mundi sum Anastacia trein fram. Tískil mettu tey, sum skipa fyri stórfingna tiltakinum, at tað var upplagt at bjóðað teimum aftur á pall 19. november, fyri at gera upplivingina enn meira fullfíggjaða.  

All That Rain hevur havt fleiri limir, men teir ið mannaðu bólkin bróðurpartin av 00´unum vóru Henning Hjalt Nicodemussen, trummur, Jens Tummas Næss, Bass, Jóhan Ziskason, gittar og Rókur Jákupsson Jakobsen, sang og gittar. Bólkurin hevur ikki verið á palli síðan 2014.

All That Rain var ein serliga væl smurd tónleikamaskina. Teirra tónlistarligi dugnaskapur og teirra nærlagni gjørdi, at tónleikurin fekk heilt serligt flog, og sum gestur á dansigólvinum vart tú verjuleysur – tú mátti hoppa og dansa.

Bólkurin legði seg eftir at hjúkla um smálutirnar í tónleikinum, og samstundis at seta sítt egna fingramerki á tá teir framførdu. Teirra sangskrá var serstakliga stór og fjølbroytt, men felags fyri allan tónleikin var, at hann var sera væl egnaður til dansigólvini og at hann var framførdur til UG.

Og nú eru limirnir aftur farnir í venjingarhølini, og teir lovað eitt satt brak 19. november. Ja, tú kanst siga, at tað verður glopratónleikur, tá All That Rain aftur trína á pallin. Gleð teg – tí teir gleða seg sanniliga.

Atgongumerki til Anastaciu og All That Rain fáast á ebillett.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo