Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Havnarkórið: Mangan verður tikið til, at í Føroyum kann man uppliva allar fýra árstíðirnar sama dag. Um vikuskiftið kunna allar árstíðirnar upplivast uppá hálvan annan tíma, nú Havnarkórið, orkestur og solistar fara á pall við oratorinum Jahrezeiten hjá Joseph Haydn. Hetta er fyrstuferð at hetta megnarverk verður framført í Føroyum.

Konsertir verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygardagin kl 16.00 og í Vesturkirkjuni sunnudagin kl 16.00.

Oratoriið Jahrezeiten, Árstíðinar, varð frumframført í Wien í 1801. Haydn hevði fá ár frammanundan skrivað oratoriið Die Schöpfung, Skapanin. Áhoyrarnir tóku sera væl ímóti hesum verkinum og var tað á veg at verða framført kring Evropa. Men longu áðrenn Skapanin í 1798 varð frumframførd var Haydn farin at hugsa um tað næsta stórverkið. Barónurin Gottfried van Swieten, sum hevði skrivað tekstin til Skapanina, vísti honum á stóru ensku episku yrkingina The Seasons hjá James Thomsen, sum kom út í 1730.

Hendan 4300 ørinda langa yrking varð lisin og týdd kring Evropa. Við útgangsstøði í hesari yrking gjørdi van Swieten eina liberetto á týskum, sum Haydn skuldi seta tónleik til.

Haydn hevði eitt stríð at skriva tónleikin til Árstíðinar og eru tær eisini eitt av seinastu verkunum hjá tónaskaldinum. Árstíðinar eru saman við Skapanini varðar í tónleikasøguni

Árstíðinar er innihaldsliga ikki eitt vanligt oratorium við útgangsstøði í bíbilskum forteljingum. Verkið lýsir árstíðinar gjøgnum hendingar úti á landinum, sungið av trimum solistum. Leiklutinir eru Simon ein festibóndi (bassur), Hanne, dóttir hansara (sopranur) og Lukas ein ungur bóndi (tenorur).

Kristni boðskapurin er undirliggjandi og er tað menniskjalívið, sum verður lýst. Verkið ber fram ímóti opinberingini av tí æviga várinum.

Havnarkórið hevur seinastu árini lagt seg eftir at hava stórverk á skránni næstan hvørt ár. Soleiðis hevur kórið seinastu seks árini framført Messias hjá Handel tvær reisur, stóru C-moll- messuna og Requiem hjá Mozart (saman við Eystanljóð) og As-dur-messuna hjá Schubert.

Havnarkórið hevur tvær reisur havt Skapanina hjá Haydn á skrá, men er hetta fyrstu ferð at Árstíðinar verða framførdar í Føroyum.

Ætlanin var upprunaliga at verkið skuldi framførast á vári í fjør, men coronastøðan foraði fyri teirri ætlanini. Nú er so alt tilreiðar, og vit gleða okkum at framføra hetta frálíka verk.

Solistanir eru hesaferð úr Íslandi. Sopranur er Hallveig Rúnarsdóttir, sum ofta hevur verið í Føroyum og framført. Eyjólfur Eyjólfsson hevur eisini verið her fleiriferð sungið tenor í samband við Messias framførslur hjá Havnarkórinum. Bassurin Jóhann Kristinsson býr til dagligt í Berlin, har hann virkar sum sangari.

Konsertmeistari er Sámal Petersen og Leif Hansen stjórnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo