Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í hugaheiminum á teimum allarflestu snýr skúlin seg um at fáa eitt prógv; hjá nógvum eitt prógv, sum tú tekur við tær til næsta útbúgvingarstovnin, tú ætlar tær á. Hjá ikki so fáum næmingum verður ongantíð talan um eitt slíkt prógv, tí nógvir næmingar fáa aldri eitt fullfíggjað prógv. Men tað eiga tey, heldur Sonni Ó. Djurhuus, skúlastjóri. Hann vísir til OCN-skipanina, ið hevur til endamáls at geva næmingum, sum ikki megna eitt vanligt fólkaskúla- ella miðnámsskúlaprógv, eitt annað slag av prógvi, nevniliga eitt prógv í teimum førleikum, tey hava. Skipanin savnar seg tískil um tað, ið næmingar duga og ikki tað, teir ikki duga.

- Dugir næmingurin til dømis nógv í onkrum evni, sum til dømis annar heimsbardaga, so fer næmingurin upp til roynd í tí og fær eitt prógv; hevur hann til dømis verið í starvsvenjing í einum handli og lært at seta vørur á hillarnar, fær hann prógv í tí. Tað stendur einki í próvnum um tað, næmingurin ikki dugir. Sostatt kann næmingurin taka tað við sær, sum hann dugir.

Henda skipanin er komin á serbreytunum á miðnámsskúlunum, og stendur tað til Sonna Ó. Djurhuus, so verður hon eisini sett í verk í fólkaskúlanum.

- Eitt førleikaprógv kann hava alt at siga hjá teimum, sum ikki megna eitt vanligt fólkaskúla- ella miðnámsskúlaprógv. Nógvir næmingar megna ikki 9. floks prógvið; vanliga stendur skrivað í próvnum hjá hesum næmingum, at teir hava luttikið í undirvísingini í lærugreinunum, men ikki, hvat teir hava gjørt. Fær næmingurin í staðin eitt førleikaprógv, sum OCN-skipanin leggur upp til, fær hann nakað við sær, sum hann kann brúka. Vit eiga at fara undir eitt kjak um teir næmingar, sum ikki megna eitt vanligt prógv. Tað er synd at lata tey sita í skúlanum 30 tímar um vikuna og einki fáa burturúr, sigur Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri í Skúlanum við Streymin, við Skúlablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo