Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umhvørvisstovan: Tað var í 2008, at vegirnir í Skúgvoy fingu gøtunøvn og húsini adressur. Kommunan í Skúgvoy hevur nú avgjørt, at broyta gøtunøvnini á øllum vegum í bygdini.

Nýggju nøvnini hava røtur í føroyingasøguni. 

Kirkjuvegur verður til Sigmundsvegur 

Bakkavegur verður til Brestisvegur 

Garðavegur verður til Tórugøta 

Fløttavegur verður til Turidargøta 

Skúlavegur  verður til Einarsvegur 

Handskavegur (Norður) verður til Tórisvegur 

Handskavegur (Suður) verður til Beinursvegur 

Umhvørvisstovan hevur góðkent og skrásett nýggju nøvnini í landsadressuskránni og tey síggjast á føroyakort.fo. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo