Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almannaráðið hevur júst sent Bústøðum eitt nýtt skriv, har millum annað verður sagt, at ráðið sleppur ynskinum um tilfar, í sambandi við broyttu støðuna í stýrinum.

- Víst verður til skriv dagfest 22. oktober 2021, har Bústaðir varð biðið um, innan 1. november 2021, at senda okkum eina frágreiðing um virksemi stýrisins síðani 1. mai 2021, umframt avrit av fundarfrásagnum og skrivligum samskifti millum stýrið, stýrislimir og umsitingina, sigur aðalstjórin í Almannamálaráðnum, Eyðun Mohr Hansen.

- Nú stýrið fyri Bústaðir í tíðindaskrivi 26. oktober 2021 hevur boðað frá, at stýrið hevur skipað seg av nýggjum við nýggjum formanni, og at stýrið “er samt um at leggja ósemjur til viks og líta frameftir,” fari eg - eisini við stuttu freistini í huga - at sleppa ynskinum um at útflýggja okkum tilfar, men fari at biðja tykkum um heldur at hugsavna tykkum um frágreiðingina, sum eg vil hava til ásettu freist, skrivar aðalstjórin í skrivinum sent Bústøðum í dag og sum VP hevur fingið innlit í.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo