Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heilsufakligi ráðgevarabólkurin til skúlar og dagstovnar hevur havt fund í sambandi við stóru økingina í smittutalinum hesar seinastu dagarnar.

Neyðug stig eru tikin innan ávísu dagstovnarnar og skúlarnar, sum eru beinleiðis raktir av smittu.

Landslæknin hevur verið í samband við hesi, og tillagingar eru gjørdar í virkseminum.

Skúlar, dagstovnar og frítíðarskúlar hava annars opið í morgin sum vanligt.

Heitt verður á øll um at verða serliga varin og fylgja tilmælum um frástøðu, vaska hendur v.m.. Eisini verður mælt til at halda flokkarnar  atskyldar bæði í undirvísingini og fríkorterunum.

Sama er galdandi fyri stovurnar á dagstovnunum.

Víst verður samstundis til  vegleiðingarnar, sum fyrr eru sendar út í sambandi við handfaring av koronastøðuni.

Fylgt verður væl við støðuni, og um neyðugt verða fleiri stig tikin so skjótt, sum mett verður, at tørvur er á tí.

Uttanríkis- og mentamálaráðið

og Kommunufelagið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo