Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: - Nú allur arbeiðsmarknaðurin skríggjar eftir arbeiðsmegi, mugu vit eisini ásanna, at neyðugt er at útbúgva fólk til tær uppgávur, sum skulu loysast í samfelagnum. Tað heldur Ulla Joensen, stjóri á Elektron.

Tað var eitt risa framstig fyri KT-vinnuna, tá Bachelor í KT-verkfrøði varð sett á stovn á Fróðskaparsetrinum. Men tíverri vísir tað seg, at bachelorar vera bert í minni mun verandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Heldur leita hesi sær av landinum, at gera útbúgvingina lidna á master-stigi. Tá gerast tey partur av einum øðrum arbeiðsmarknaði, har fyritøkur á staðnum standa við dyrnar á universitetunum, og sostatt koma KT-verkfrøðingarnir sjálvdan heimaftur. Tað ber ikki til at taka masterútbúgvingina í Føroyum.

- Hetta er ein ovurhonds stórur trupulleiki, heldur Ulla Joensen, stjóri á Elektron og forkvinna í KT-felagnum.

- Um Fróðskaparsetrið kundi bjóða Master í Føroyum, hevði vinnan kunna slúsað tey lesandi so spakuliga inn á arbeiðsmarknaðin.

- Men í dag er støðan heldur tann, at føroyska samfelagið rindar fyri fólkskúla, miðnám og Bachelor og síðani brúka vinnufyritøkur 2-3 ár uppá at upplæra nýútbúnar bachelorar í KT-verkfrøði til arbeiðsuppgávurnar, áðrenn hesi taka stigið víðari og fara av landinum at taka Master.

- Vit koma altíð at bera váðan av at skula upplæra fólk eftir útbúgving, men hetta er so óneyðugt, sigur Ulla Joensen.

Útbúvingin má vera hvørt ár
Í dag starvast 60 fólk á Elektron, men sambært Ullu Joensen kundu saktans fleiri fólk verið í starvi afturat - kanska 5-6 fólk til her og nú uppgávur.

- Tað er ein stór avbjóðing, at tað bara verða tikið lesandi inn  á KT-verkfrøði útbúgvingina annað hvørt ár. Vit fáa heilt einfalt ikki nóg nógvar næmingar út.

Fyri tey lesandi er hetta eisini ein avbjóðing. Fyri tað fyrsta, skal annar hvør árgangur bíða eitt ár fyri at byrja at lesa. Harafturat, um man av  einhvørjari orsøk ikki fær tikið útbúgvingina í einum, má man bíða eftir næsta árgangi/flokki, sum kemur tvey ár seinni.

- Tað vit óttast er, at hesi lesandi hava lyndi til antin at gevast ella skifta til aðra útbúgving ella fara av landinum at taka útbúgvingina lidna.

- Tá vit hugsa um, at flestu vinnugreinar mangla arbeiðsmegi, er umráðandi at seta enn meira ferð á talgildingina og hugsa KT inn í allar loysnir, soleiðis at vit kunnu leysgeva arbeiðsmegi og effektivisera samfelagið generelt. Ein fyritreyt fyri hesum er, at vit hava nokk av KT-førleikum í Føroyum.

- Fyri at vit sum samfelag skulu megna at loysa hesar uppgávur er alneyðugt, at Fróðskaparsetrið fær neyðugu umstøðurnar at taka KT-verkfrøði næmingar inn á hvørjum ári, umframt at Master verður boðin út, so hesi kunnu gera útbúgvingina lidna í Føroyum og sostatt gera ein mun her heima, heldur enn aðrastaðni, heldur Ulla Joensen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo