Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

ALS: Um tú gerst arbeiðsleys/ur, er tað nú enn lættari og tryggari at avgreiða tíni viðurskifti við ALS, nú vit eru á Vanganum, har fleiri aðrir veitarar eisini hava sínar avgreiðslur.

Vit hava í eina tíð arbeitt við at fáa ment nakrar av sjálvgreiðslunum hjá okkum til Vangan, og nú er komið á mál. Í fyrsta umfari er talan um tríggjar sjálvgreiðslur:

  • Søk um arbeiðsloysisstuðul

  • Vátta arbeiðsloysi

  • Boða frá broytingum

Á Vanganum fáa okkara viðskiftafólk eisini lættari atgongd til teirra upplýsingar. Eitt nú síggja tey, hvussu langt ávegis viðgerðin av eini møguligari umsókn er komin, tey síggja, hvør teirra málsviðgeri er, tey síggja øll skjøl í teirra málum, hvørji skjøl møguliga mangla, og nær hesi skulu verða latin ALS, tey síggja, nær næsta útgjaldið verður, og hvussu nógv útgjaldið er, umframt at tey verða mint á, nær tey skulu vátta arbeiðsloysi, bert fyri at nevna nøkur dømi. 

Tað er týdningarmikið fyri okkum at fylgja við talgildu menningini, soleiðis at vit kunnu bjóða okkara viðskiftafólkum eina nýmótans, trygga og skjóta tænastu, har tey hava møguleikan at avgreiða síni viðurskifti allar tíðir á samdøgninum.

Sjálvgreiðslan á Vanganum er longu virkin, og gamla sjálvgreiðsla letur aftur 19. oktober.

Á heimasíðu okkara, www.als.fo, er beinleiðis leinkja til okkara sjálvgreiðslur á Vanganum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo