Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Leicester og íslendska landsliðið hava víst ein nýggjan trend, sum tó er gamal, at fótbóltspæl og ágrýtni hava meira at siga enn dýrir leikarar.

Eitt lið við ellivu javnt góðum leikarum, sum stríðast til seinasta sveittadropa, og sum arbeiða saman sum eitt toymi, er nógv sterkari enn eitt lið sum byggir sítt álit á bert ein ella tveir leikarar.

Teir stóru fóltbóltsheilarnir standa spyrjandi og undrandi, tí teir skilja einki av hesum, at Leicester vann Premier League seinastu sesong, og at Ísland er komið so langt sum tað er í EM.

Viðvíkjandi báðum førum, hava teir meira hug at gera gjøldur burturúr, heldur enn at fegnast um, at fótbólturin er komin aftur á breddan.

Sambært norska TV2, so hevur L'Equipe roknað út at tær ellivu stjórnurnar sum skula leika fyri Frakland móti Íslandi sunnudagin eru verdar 15 ferðir meira enn tær íslendsku - í pengum sjálvandi.

Við hjálp frá kønum serfrøðingum hevur ótróttamiðilin roknað seg til, at teir ellivu leikararnir sum fara at møta teimum íslendsku stríðshetjunum eru verdir 345 milliónir evrur á dagsins marknaði.

Tær íslendsku hetjurnar eru hinvegin verdar 22,5 milliónir evrur. Prísásetingin hjá L'Equipe merkir sostatt at teir ellivu hjá Fraklandi í miðal eru verdir meira enn tríggjar ferðir so nógv sum tann dýrasti íslendingurin.

Pogba er sambært L'Equipe verdur 85 milliónir evrur, og Antoine Griezmann (80 milliónir) fyri at taka tvey dømi.

Fimm av teimum fronsku leikarunum verða virðismettir einsamallir hægri enn alt tað íslendska landsliðið, og søla av øllum teimum íslendsku landsliðsleikarunum hevur bara verið nokk til at fíggja ein fjórðing av Paul Pogba.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo