

Landsfelag Pensjónista: Í samband við at Hagstova Føroya tann 18. mai 2020 kunngjørdi nýggjastu tølini fyri 2018, har gjørt verður vart við, at 10,1 % ella yvir 5000 fólk í Føroyum eru í fátækraváða harav helvtin av hesum eru pensjónistar, hevur Landsfelag Pensjónista hesar viðmerkingar:
Nærum helvtin av teimum, ið eru í fátækraváða í Føroyum eru pensjónistar. Fátækraváðin millum pensjónistar í Føroyum er grundarlagið til, at Landsfelag Pensjónista javnan heitir á politisku myndugleikarnar um at hækka pensjónina.
Talvurnar niðanfyri vísa, hvussu gongdin hevur verið seinastu árini, nevniliga at pensjónistarnir í veruleikanum eru blivnir verri og verri fyri í mun til restina av samfelagnum. Tey eldru eru nógv verri fyri enn tey yngru, serstakliga eldri kvinnur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo