Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Komandi leygardag skipar Arkitektafelag Føroya fyri arkitekturdegi. Tað er altjóða arkitektafelagsskapurin, UIA, sum í 1985 skipaði fyri tí fyrsta altjóða arkitekturdegnum. Dagurin hevur síðan tá verið eitt afturvendandi tiltak í fleiri londum á hvørjum ári í oktober mánaða. Arkitekturdagurin í Føroyum verður í ár hildin í Perluni í Havn.

Arkitekturáhugaði kunnu gleða seg til eina forvitnisliga framsýning og fyrilestrar um arkitektur í Perluni í Havn komandi leygardag, har arkitektar sýna fram ymisk hugskot og avrik. Síðani 1985 hevur altjóða arkitektafelagsskapurin, UIA – The International Union of Architects, hildið altjóða arkitekturdagin. Í hesum sambandi hevur Arkitektafelag Føroya í nógv ár hildið hendan dagin við framsýningum, fyrilestrum, greinarøðum og øðrum tiltøkum.

Landsverk hevur tikið lut í hesum tiltøkum gjøgnum árini, og hevur skipað fyri vitjanum, arkitektar á Landsverki hava luttikið við fyrilestrum og greinum og hava eisini skipað fyri undirvísing um arkitektur í fólkaskúlanum.

Evnið fyri arkitekturdagin í ár er "Nemandi umhvørvi". Landsverk luttekur í framsýningini í Perluni við "Fróðskaparsetur Føroya - Strategisk Campusplan", ið er ein ætlan fyri útbygging av Fróðskaparsetrinum yvir eitt 10-ára skeið.

Sí skrá her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo