Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hetta er eitt átak, sum Sinnisbati heldur er bæði gott og neyðugt fyri at varpa ljós á sálarheilsuna, ið fyllur nógv í samfelagnum, men vegna tabu ikki verður umrødd nóg mikið.

Í ár verður ljós varpað á tónleikaterapiina. Ein kendur tónleikaterapeutur úr Danmark, Inge Nygaard Pedersen, kemur til Føroya. Hon fer at greiða frá um tónleikaterapiina í psykiatriini, sum ein kreativur vinkul uppá at rúma trupulleikar og menna førleikar hjá teimum, sum eru rakt av eini sinnis- ella sálarsjúku.

Tónleikaterapi verður nógv brúkt sum viðgerðaháttur og hjálpartól í arbeiðnum við psykiatriska sjúklinginum, og tykist at vera ein viðgerðaháttur, sum er í stórari menning og framburði – eisini her í Føroyum.

Umframt fyrilestur verður tónleikur við bólkinum ROKKVI og Morgunkórinum á skránni.

Seinastu árini hevur Sinnisbati skipað fyri Altjóða Psykiatridegnum 10. oktober, sum er eisini Altjóða Psykiatridagur, men í ár verður hann hildin 11. oktober orsakað av landsdystinum ímóti Portugal, sum verður spældur í Gundadali 10. oktober.

Møguleiki er fyri at stuðla arbeiðnum hjá Sinnisbata, ið er áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra, á tiltakinum.

Drekkamunnur og søtt til góman verður at fáa. Tiltakið byrjar kl. 19:30 og tað er ókeypis. Øll eru vælkomin.

Les meira um skránna á www.sinnisbati.fo ella á Facebook-síðuni: www.facebook.com/sinnisbati.

Fakligur fyrilestur verður við kendum tónleikaterapeuti í Lærarahøllini á Frælsinum 11. oktober.

Inge Nygaard Pedersen, úr Danmark, er kendur tónleikaterapeutur. 11. oktober kemur hon til Føroya, har hon kemur at greiða frá tónleikaterapi í psykiatriini, sum ein kreativur vinkul uppá at rúma trupulleikar og menna førleikar hjá teimum, sum eru rakt av eini sinnis- ella sálarsjúku.

Fyrilestur fyri fakfólki verður í Lærarahøllini á Frælsinum í Tórshavn 11. oktober kl. 14-16.

Tiltakið er ókeypis, og tilmelding er ikki neyðug.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo