Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Almannamálaráðið: 25. november er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Og aftur í ár verður ljós varpað á hetta, við tiltaki, sum Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið, Amnesty og Sig frá/Almannamálaráðið skipa fyri.

Triðja hvør kvinna kring allan heim er ella hevur verið fyri harðskapi – antin likamligum, kynsligum ella sálarligum.

Eitt økið, sum tað ikki í nóg stóran mun verður varpað ljós á, er seksuellur harðskapur í parlagi. Ein avgerandi orsøk til hetta er, at flestu fakfólk, politikarar ella granskarar, hava ikki tað neyðuga málbrúkið og neyðugu vitanina til at megna at seta orð á og fáa í ljósmála, hvussu útbreiddur seksuellur harðskapur í parlagi er.

Á tiltakinum í ár verða tríggjar framløgur:

  • Ta fyrstu tekur ph.d. Eva Bertelsen sær av og hevur hon heitið “Seksuellur harðskapur í parlagi”.
  • Síðani fer Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur og traumaserfrøðingur at greiða frá royndunum úr Kvinnuhúsinum.
  • Í seinastu framløguni fara Gunnhild Persson og Erla Ree Winthereig at leggja fram, við støði í kandidat ritgerð teirra um átakið #Samtykki.

Eftir hetta verður skipað fyri pallborðskjaki, við luttøka av: Jóhan Dahl, løgtingslimur, Kristianna Winther Poulsen, politikkari, Umboð fyri løgregluna, Eva Bertelsen, ph.d., Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur og traumaserfrøðingur, Gunnhild Persson og Erla Ree Winthereig.

Orðstýrari er Rógvi Olavson.

Tiltakið, sum verður fyriskipað í Smæruni í Tórshavn, byrjar kl. 13 og er sett at enda kl. 16.

Vinarliga sýnið Koronapass ella negativa koronotest ikki eldri enn 48 tímar.

Tiltakið er alment og ókeypis og øll eru vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo