Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Altjóða Kvinnudagurin 8. mars er bæði ein fagnaðar-og stríðsdagur. Henda dagin fagna vit teimum úrslitum, sum eru rokkin á javnstøðuleið – og varpa ljós á tey viðurskifti, sum enn eru eftir at stríðast fyri.

Tað er ein grundleggjandi menniskjarættur at sleppa at ráða yvir egnum lívi. Henda rættin hava kvinnur í Føroyum ikki tá tað snýr seg um abort. Tí er málið um rættin til tryggan abort í Føroyum tað týdningarmiklasta javnstøðumálið at fáa loyst.

Verandi abortlóg í Føroyum varð sett í gildi í 1956 – ella fyri 67 árum síðani. 67 ár er pensjónsaldur, og Kvinnufelagið heldur, at abortlógin skal pensjónerast – ongantíð ov skjótt! Men ikki nokk við tíð. Upprunin til abortlógina er ein donsk abortlóg frá 1937, t.v.s. ein 86 ára gomul lóg.

Abortar hava til alla tíðir verið framdar – og fara altíð at verða framdar. Spuringurin snýr seg tí um, um vit vilja hava ótryggar abortar ella um vit vilja hava tryggar abortar. Um abortar skulu fara fram undir ótryggum umstøðum, har vandi er fyri lívið og heilsu hjá kvinnuni – ella um abortar skulu fara fram undir læknafakligum tryggum umstøðum.

Afturat hesum kemur so spurningurin um pengar og stættarmun. Tað ber til at fáa abort á privatum viðgerðarstøðum í Danmark, men hetta kostar nógvar pengar. Tær, sum eru fíggjarliga væl fyri, kunnu fara til Danmarkar at fáa abort. Meðan tær, sum ikki eru fíggjarliga væl fyri, ikki hava henda møguleika.

Tað einasta rætta er, at vit fáa eina abortlóg í Føroyum, sum tryggjar, at tær kvinnur, sum ynskja tað, kunnu fáa tryggan abort í Føroyum.

Kvinnufelagið í Havn

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo