Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Aftur í ár skipar Sinnisbati fyri tiltaki á Altjóða Sálarheilsudegnum tann 10. oktobur. Í ár
leggja vit dent á skúlaaftran.

Tað eru fleiri og fleiri børn og ung, sum aftra seg við at fara í skúla. Vit síggja trupulleikan
bæði í Føroyum og uttanlanda. Tí vil Sinnisbati brúka Altjóða Sálarheilsudagin í ár til at
varpa ljós á fyribrigdið skúlaaftran. Hvat er hetta fyri eitt fyribrigdi? Hvussu kemur
skúlaaftran til sjóndar, og hvat gera vit við trupulleikan?

Tiltakið verður í Reinsarínum mánadagin tann 10. oktobur kl. 17.00-20.00, og øll eru
vælkomin.

Vit hava eina fjølbroytta skrá fyri dagin við røðum, uppleggum, sofaprátum og persónligum søgum, sum øll snúgva seg um skúlaaftran.

Árins Sálarheilsuvirðisløn 2022
Sinnisbati handar á hvørjum ári eina sálarheilsuvirðisløn. Endamálið við virðislønini er at
heiðra ein ella fleiri, sum hava varpað ljós á sálarheilsu, hava gjørt eitt serliga gott arbeiði
og/ella átak fyri at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra. Tað hevur
staðið øllum í boði at senda inn uppskot, og ein óheft dómsnevnd velur útfrá innkomnu
uppskotunum.

Á Altjóða Sálarheilsudegnum verður avdúkað, hvør hevur fingið heiðurin í ár, og tað er
Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, sum kemur at handa virðislønina.

Skrá:
17.00: Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata, bjóðar vælkomin.

17.05: Petur Lamhauge, námslektari í sernámsfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, hevur
framløgu um skúlaaftran sum fyribrigdi, og hvat vit vita um trupulleikan.

17.25: Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum: Hugsa vit atkomu til læring?

17.50: Poula Patursson, mamma at gentu við skúlaaftran, greiðir frá persónligum
upplivingum sum foreldur at barni, sum ikki megnar at koma í skúla.

18.10: Tónleikur frá Lenu Anderssen & Niclas Johannesen
Tónleikur frá Niclas Hera Jákupsson.

18.25: Steðgur

18.40: Sofaprát verður við formannin í Føroya lærarafelag, skúlastjóran á Skúlanum á
Fløtum, skúlastjóran á Skúlanum á Argjahamri og varaskúlastjóran á Skúlanum við Løkin.

19.10: Sólvit E. Nolsø handar Ársins Sálarheilsuvirðisløn.

19.15: Sinnisbati Ung vísir stuttfilm, og hevur sofaprát við leiðaran av lestrarvegleiðingini og næmingar á Glasir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo